Hugsa um hundin í vetrarmyrkrinum
Endurskin eru týdningarmikil, tá tú ferðast í myrkri í ferðsluni. Endurskin gera fólk til gongu sjónlig og fyribyrgja sostatt ferðsluóhappum. Serliga umráðandi er at nýta endurskin um veturin, tá myrkt er stóran part av samdøgrinum.
Brúkar tú endurskin í myrkri, minkar vandin fyri at fáa skaða til gongu í ferðsluni við uml. 85 %, sambært norska Transportøkonomisk Institutt (TØI). www.toi.no
Men eisini eigur tú, at hugsa um hundin í myrkrinum, tá teir eru serliga útsettir.
Her eru fimm góð ráð, tá tú gongur túr við hundinum í vetrarmyrkrinum
- Brúka ljóshálsband. Við góðum ljóshálsbandið sæst hundurin við einari fjarstøðu á 100 metur frá øllum síðum. Tú kanst eisini nýta ljós, ið tú krøkir fast í vanliga hálsbandið.
- Lat hundin í endurskins vest, so hundurin gerst enn sjónligari.
- Minst til ein endurskin vest til tín sjálvan, so sæst tú eisini í myrkrinum.
- Gongur tú fram við vegnum, hav so altíð band á hundinum – og í stuttum bandi, tá ið bilar nærkast.
- Ver serliga ansin har bilar koyra skjótt. Her hevur bilførarin nógv styttri tíð, at steðga bilinum
Soleiðis virka endurskin
Eitt endurskin er gjørt úr smáum glaslinsum ella smáum mikroprismum. Tað eru tær, sum geva afturskinið av ljósi í endurskininum. Tá ið ljós frá lyktunum á einum bili raka endurskinið, kasta glaslinsurnar/mikroprismurnar ljós aftur sama veg, haðan ljósið kom.
Á fakmáli verður afturskin nevnt retrorefleksión, sum merkir, at ljósstrálan verður kastað aftur í somu ætt.
Endurskin kann bjarga lívi
Brúkar tú endurskin, sæst tú úr 140 metra fjarstøðu, um bilurin brúkar nærljós. Brúkar tú ikki endurskin, sæst tú nústani, tá bilurin er 25-30 burturfrá. Roknað um til tíð, hevur bilførarin ávikavist 10 sekund og 2 sekund at umráða seg í, alt eftir um tú brúkar endurskin ella ikki. Endurskin eru ein bílig lívstrygging.
Gøtuljós geva falska tryggleikakenslu, og mong halda, at tað er óneyðugt at brúka endurskin, har gøtuljós eru. Soleiðis er ikki! Flestu ferðsluóhapp við fólki til gongu henda í bygdum øki. Hóast tú sært bilin, er ikki víst, at bilførarin sær teg. Nýt tí altíð endurskin, tá tú ert til gongu í myrkri.
Kelda: Ráðið fyri Ferðslutrygd