Soleiðis er venjing hjá Føroya Hundaførarafelag skipa

Føroya Hundaførarafelag hevur eina rúgvu av venjingar tilboðum til allar hundaeigarar.

Yvirlit yvir hvørjar venjingar tú kann tekna teg til júst nú, sæst HER

Hvølpavenjing og gerandislýdni

Hvølpavenjing og gerandislýdni eru tær venjingarnar, har allir luttakandi hundarnir eru á nøkulunda sama støðið, og ber tá til, at hava undirvísingina nokkso eins fyri alt liðið. Tó so, so vita vit eisini, at onkrir hundar læra skjótari enn aðrir, og eru venjarar okkara sjálvandi fyrireikaðir til hetta.

Endamálið við hvølpavenjing og gerandislýdni er, at geva hundaeigaranum neyðuga vitan soleiðis, at hann/hon kann uppala og venja ein hund, ið virkar væl í gerandisdegnum. Hetta er so eisini orsøkin til, at venjararnir, ið hava ábyrgd av hesum venjingum, eru serliga væl fyri, hvat hundaatferð og menning hjá hvølpum viðvíkur.

Bæði hvølpavenjing og gernadislýdni fyrireikar eisini bæði hund og eigara til framhaldandi venjing.

Agility, Hoopers, Rally og FHF Lýdni

Agility, Hoopers, Rally og FHF Lýdni seta ávís krøv til hund og eigara. Tó ert tað er sera ójavnt hvussu skjótt luttakandi hundarnir læra ymisku venjingarnar, og tí verður hendan venjing altíð skipa eftir hvørjum støðið einstøku hundar og eigarar eru á. Tað vil so siga, at tað, á einum av hesum liðum kunnu verða bæði hundar og eigarar, ið hava gingið til venjing í langa tíð, og hundar og eigarar, ið júst eru byrjaðir venjing.

Tá venjing er fyriskipa á hendan hátt, er eisini sera avmarkað, hvussu nógvir luttakarar kunnu verða á hvørjum liðið; til agiliy og hoopers er einans pláss fyri 5 luttakarum og til rally og FHF lýdni er einans pláss fyri 6 hundum.

At fyriskipa venjing á hendan hátt, setur høg krøv til undirvísaran. Til hesar venjingar eru tí einans undirvísarar, ið hava drúgvar royndir við hundavenjing.

Spor venjing og nose work

Spor og Nose Work setir ikki serlig krøv til hund og eigara, tó er av stórum týdningi, at eigarin gevur sær stundir, at venja við hundinum ímillum undirvísingarna.

Spor venjing umfatar eina ørgrynnu av smálutum, og er sporvenjing tí býtt í byrjunar og framhald.

Bæði Spor og Nose Work er skipa soleiðis, at hvør einstakur hundur venur á tí støðið hann er.

Bæði spor og nose work venjing eru venjingar, ið taka væl av tíð, tí er einans pláss fyri, í mesta lagið, 5 hundum á hvørjum liðið.

Bæði spor og nose work venjing seta høg krøv til undirvísaran, og tí undirvísa einans venjarar, ið hava drúgvar arbeiðsroyndir við luktisansinum hjá hundinum í spor og nose work.

Venjing fyri smáhundar

Til flestu framhaldandi venjingar, er størsti parturin av luttakandi hundunum ofta eitt sindur størri hundar. Hesir tola sum oftast væl eitt sindur av keðiligum veðrið og kulda. Størru hundarnir kunnu eisini onkuntíð verða í so nógv av tí góða, fyri ein lítlan hund, og tí hava vit vælt at geva lítlu hundunum møguleikan at luttaka í smáhundavenjing.

Smáhundavenjing er fjølbroytt venjing, ið, umframt vanliga lýdni venjing, eisini umfatar venjing, har hundur og eigari sleppa at royna seg við tí venjingarútgerð, ið felagið eigur.

Kunnleiki til smáhundar er ein av fortreytunum fyri, at kunna undirvísa í smáhundavenjing.