22. mai var fyrsti venjaradagurin hetta venjingarárið. Veðrið var okkum til vildar, og við sólini og lýggjum loti vóru útlitini góð til ein gevandi dag.

Vit hittust kl. 13 frammi við Leynavatn. Vandir hundavenjarar og komandi hundavenjarar hvør við sínum hundi, umleið 8-10 fólk tilsamans, vóru møtt upp úr øllum heraðshornum av landinum. Skráin segði, at vit skuldu fáa eina kunning um klikkaravenjing, og Fríðhild legði út við at vísa okkum, hvussu hon venur við klikkara við Lítla Sprelli, sjefaratíkini hjá sær. Meðan hon vísti, greiddi hon okkum frá ymiskum heitum, sum verða brúkt í sambandi við klikkaravenjing, sum siga okkurt um, hvussu hundurin mennist við venjingini.

Tá ið Fríðhild hevði kunnað eina løtu, og vit høvdu fingið okkum drekkamunn, sluppu vit at royna við okkara hundum. Skjótt sást, at vit eisini væl kunnu venja okkara hundar við klikkara. Sera áhugavert og mennandi fyri bæði fólk og hundar.

Kl. 15-16 fóru nakrir hundavenjarar at rudda á venjingarøkinum, og aðrir fóru at eygleiða hvølpavenjingina, sum er við Leynavatn sunnudag seinnapart.

Kl. 16-17 vandu vit aftur eitt sindur við okkara hundum, har vit skuldu finna uppá onkra venjing sjálvi, har vit skuldu brúka klikkaran. Stuttligt og áhugavert bæði at síggja sín egna hund læra nýtt og at eygleiða, hvat hinir venjararnir lærdu sínar hundar.

Dagurin endaði við, at vit fóru heim til ein av hundavenjarunum, sum býr í Kollafirði og fingu døgurða og kaffi.

Dagurin gjørdist frálíkur, og nú gleða vit okkum til nógvar góðar og gevandi løtur við hundaførarum og hundum til venjingarnar, sum fara at byrja í næstum.