Turid Thomsen
Eg veit tað ikki enn. Men klikkjarin er eitt sera viðurkent amboð í samband við venjing av hundum, hestum og øðrum djórum bæði í Europa og í USA.
Ein klikkjari er eitt lítið ting úr plastikki, sum hevur ein knøtt at trýsta á. Tá tú trýstir á knøttin, sigur tað klikk, og tú hevur klikt. So kanst tú byrja at klikkjaravenja hundin. Men hvat er tað, sum klikkjarin ger?
Lættast er kanska at síggja klikkjaran sum avloysara fyri eitt, fleiri ella eina rúgvu av orðum, sum fleiri okkara brúka, tá vit venja hund. Hetta kemur oftast av, at vit í gerandisdegnum tosa nógv við hundin. Summi okkara greiða hundinum frá øllum tí, sum vit gera. Onkrar dagar fær hundurin eisini allar okkara tankar at vita og í løtum enntá útsøgnir um lívsins stóru spurningar. Hundurin, menniskjans besti vinur, er tolin og forstáiligur og lurtar; ella soleiðis upplivir eigarin tað.
Tá vit so møta til venjing, fáa vit at vita, at vit tosa ov nógv við hundin. Fyri at nakað kann fáast burtur úr venjingini, mugu vit halda uppat við tí. Talustreymurin minkar eina løtu, men áðrenn vit vita av, flýtur hann júst sum vanligt.
Í staðin fyri orð ber til at brúka klikkjara. Tað, sum so hendir, er fantastiskt. Øll orðini fara av sær sjálvum niður í høgru hond og koma út aftur sum eitt stutt og greitt klikk! Og hvat ger hundurin? Hann hoyrir klikkið, bíðar eftir einum góðbita, sum hann slúkin svølgir og er klárur at venja víðari. Ger hundurin nú alt, sum vit vilja hava hann at gera, og ger hann tað rætt? Er tað so lætt? Nei, sjálvandi ikki. Tí áðrenn nakað klikk hoyrist, skal hundurin sjálvandi hava gjørt eina venjing rætt, og aftaná somuleiðis. Tað er ein annar partur í hesi somu søgu.
Men aftur til klikkjaran. Ein klikkjari er ein sonevndur treytaður styrkur. Tað vil siga, at tá hundurin hevur vant seg við klikkið, hoyrir hann: “Eg fari ordiliga skjótt at fáa ein lekran góðbita.” Góðbitin, sum tú síðan serverar fyri hundinum, verður nevndur tann positivi styrkurin ella lønin, sum hundurin fær aftur fyri at hava gjørt eina venjing rætt. Í staðin fyri eitt klikk ber eisini væl til at brúka EITT orð, sum altíð eigur at vera tað sama; t.d. gott ella raskur. Tó skal orðið standa einsamalt og ikki verða fylgt av einum longum orðastreymi. Fyrimunurin við einum klikkjara er, at hann altíð ljóðar líka, og tað ger okkara rødd ikki. Tað skjóta og neyva klikkið kann samanberast við klikkið frá einum myndatóli, sum tekur mynd av júst tí røttu løtuni. Tað er sera avgerandi fyri hundin at fáa eitt signal um, hvat tað er, sum ger, at hann fær ein saftigan og bleytan góðbita. So fer hann at skunda sær at gera tað sama bæði næstu og triðju ferð, vit venja ta venjingina.
Hundar gerast ofta skjótt forliptir í klikkjaranum, tí hann ber góð boð um nakað enn betri. Soleiðis gekk í hvussu so er hjá Lui, mínum hundi. Men men, tann stóra avbjóðingin liggur so hjá hundaføraranum, sum nú má læra seg at brúka eitt slíkt fantastiskt klikkitól rætt í venjingini. Nú ber nemliga ikki longur til at skylda upp á hundin, tá venjingin ikki gongur, sum hon skal. Samstundis leggur klikkjaravenjing upp til, at vit ikki skulu lokka hundin at gera eina venjing rætt, men at vit bíða eftir, at hundurin sjálvur bjóðar røttu atferðina. So hundurin fær initiativið, meðan hundaførarin fær ábyrgdina fyri, at umstøðurnar eru soleiðis, at hundurin ger tað rætta, at klikkt verður, og at hundurin verður løntur. Hetta ljóðar rættiliga krevjandi, má eg viðganga. Men orðastreymurin er steðgaður fyribils, og Lui tímir sera væl at venja. Spurningurin er so, hvussu leingi klikkjarin klárar at vinna á orðastreyminum, og hvussu víðari fer at gangast. Men eg haldi ikki, at tað er klikkað at klikkja.