Vit, í Føroya Hundaførarafelag, eru bæði errin og fegin um, at kunna kunngerða, at nú fer tað at verða so nógv lættari, at ferðast við hundi.

Vit hava í langa tíð verði í samráðingum við bæði Atlantic Airways og SAS, um ferðin við hundum. Og nú vit endiliga eru komin á mál við samráðingunum, gjørdist úrslitið so nógv betri, enn vit høvdu vóna.

Tað verður  soleiðis, at framyvir fer at bera til, at hava hundin inn í kabinuna við sær. Og hetta eisini hóast hundurin vigar væl meira enn 8 kilo. Tað verður soleiðis, at tann ferðandi skal keypa eitt eyka setur, har hundurin skal sita á. Tað einasta sum krevst, er ein serligur trygdarseli, sum vit í Føroya Hundaførarafelag í næstum fara at hava til sølu.

Neyðugt er sjálvandi, at hundurin kann sita stillur í hesum selanum ímeðan hann umborð á flogfarinum. Vit hava fingið nøkur gomul setur úr tí eina flogfarinum, og fara vit heilt skjótt at hava venjingar, har hundurin lærir at sita íbundin í flúgvarasetrinum. Nærri kunning verður á heimasíðuni hjá okkum ein av komandi døgunum