Í samband við at Føroya Hundaførarafelag gerst 10 ár, bjóðar Føroya Hundaførarafelag hundaeigarum og hundaáhugaðum annars, á cafe í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð.

Tiltaki verður Leygardagin 09 november frá kl 17.00 til 21.00

Allir hundaeigarar og hunda áhugaði eru hjartaliga vælkomin til tiltaki, sum er eitt gott høvi at hitta onnur hundaáhugaði. Umframt at njóta eitt hugnaligt kvøld saman við fólki, ið hava somu áhugamál sum tú hevur, so kann tú hitta venjarar, ið umboða ymisku hundaítróttargreinaranar.

Huff fer at greiða frá hvussu ein hundasýning er skipa og hvat endamálið er við eini hundasýning.
Seyðahundafelagið fer at greiða frá tí arbeiðið, seyðahundafelagið ger.
Felagið Leitingarhundar greiða frá teirra venjingum og endamálinum við felagnum

Vit bjóða sjálvandi eisini okkurt gott til góman.
Tiltakið er ókeypis

Skrá:

Kl 17:00 Dyrnar lata upp.

Kl 17:30 Føroya Hundaførarafelag bjóðar vælkomin

Kl 18:00 Hundaeigarafelag Føroya greiðir frá hvussu ein hundasýning er skipa, og hvat endamálið er

Kl 18:30 Seyðahundafelagið greiðir frá, hvør venjing krevst frá ein seyðahundur er hvølpur og til hann er útbúgvin seyðahundur

Kl 19:00 Føroyskir Leitingarhundar  greiðir frá teirra venjingum og endamálinum við felaginum

Kl 19:30 Básar, har ymisku hundaítróttirnir verða umboðaðir, lata upp.