Nógva staðni úti á bygd í Føroyum, ganga hundarnir leysir. Um tað er rætt ella skeivt, fari eg ikki at at siga so nógv um her, men tað er soleiðis tað er.
Teir flestu av hesum hundunum er fittir og vinarligir, og gera lítið og onki um seg. Og ordiliga nógvir av hesum hundunum elska at spæla, og royna meira enn so, at fáa vitjandi at kasta eitthvørt, sum teir kunnu renna eftir. Vælsignaðu fólk, lati ikki hesar sera fittu og góðu hundarnar yvirtala tykkum at kasta steinar. Kasti trøpettir ella okkurt bleytt.
Tennirnar á teimum fara í smildur av øllum hasum steinunum, sum teir lokka fólk at kasta fyri seg.
Vinaliga
Fríðhild Debes
forkvinna Føroya Hundaførarafelag