Hundaslag

Yorkshire Terriari

Stødd

Vekt uml. 3,2 kg og hædd 22-24 cm.

Feldur

Yorkshire-Terrier-Puppies

Ein Yorkshire Terriari er væl hóskandi til tann, sum ynskir sær ein allergivinaligan hund

Yorkshire Terriarin hevur ein feld, sum krevur nógva røkt. Sum hvølpur hevur hann stuttan feld, og tað tekur umleið 3 ár, áðrenn hann hevur ein langan flottan feld, sum verður brúktur til hundasýningar. Hann hevur ikki undirull og losar tí ikki. Litirnir eru stálblátt/gulbrúnt, svart og gylt, og svart sum grundlitur við rustlittum linjum. Yorkshire Terriarin er allergivinaligur.

Uppruni

Slagið hevur sín uppruna í 1880-unum, tá fátækir arbeiðarar úr Skotlandi leitaðu eftir arbeiði í Yorkshire í Englandi. Teir høvdu sín egna arbeiðshund við, Clydesdale ella Paisley Terriaran, sum er eitt nógv størri slag enn Yorkshire Terriarin í dag. Hesir vórðu paraðir við English Black and Tan Toy Terriara og Skye Terriara, og fyri at geva slagnum tann vakra silkifeldin, blandaðu teir við tann hvíta maltesaran eisini. Hetta slagið hóskaði væl til at fanga rottur við, áðrenn arbeiðsmennirnir fóru niður í minurnar. Slagið vigaði tá umleið 6 kg

Heilsa

Yorkshire Terriarin kann fáa eygna – og tanntrupulleikar. Tað hendir ofta, at teir ikki missa hvølpatenninar og mugu til djóralækna at taka tær. Luxating Patella er ein støða, sum ger, at hundurin fær leysa knæskel. Hundarnir tola ikki nógvan kulda.

Røkt

Yorkshire Terriarin hóskar væl at búgva bæði í húsum og íbúðum og krevur ikki nógv pláss. Hann er ein familju- og selskapshundur og dámar tí ikki at vera einsamallur ov leingi. Hann krevur nógva feldrøkt og má greiðast dagliga, so feldurin ikki tøvist. Hundurin má vaskast 10.-14. hvønn dag við góðari sápu og balsam. Aftaná má hann greiðast og turkast við hárturkara. Neglirnar og hár runt um oyruni mugu klippast uml. 14 hvønn dag. Tað krevur nógva venjing at fáa hundin reinføran; summir verða ongantíð reinførir.

Venjingar hjá FcH

Sinnalag

Yorkshire Terriarin er ein lítil hundur, sum er lívligur, djarvur, trúfastur og dugnaligur. Hann er ein terriari við stórum T, sum trýr, at hann er ein stórur hundur í einum lítlum kroppi. Hann verjir húskið væl, elskar at goyggja og grava holur í garðinum. Um hann ikki verður uppaldur rætt ella fær avbjóðingar hvønn dag, kann hann skjótt fáa ein atburð, sum ger, at hann bestemmar í húsinum.  Yorkshire Terriarin hevur lætt við at læra, og honum dámar væl at loysa uppgávur og hjálpa til við ymiskum, t.d. at fara eftir bløðum ella posti. Harafturat kann hann brúkast til agility. Yorkshire Terriarin verður ofta viðmældur til eldri fólk. Eru børn í húsinum, mugu tey vera umhugsin, tí teir tola ikki nógv av. Teir kunnu lættliga fáa skaða av smærri børnum, sum ikki duga at handfara ein lítlan hund.

Væl hóskandi til tann

sum ynskir sær ein allergivinaligan hund. Til tann, sum hevur tíð og orku at røkta feldin, og tann, sum tímir at ganga túrar, spæla við hundin og geva honum nógvan ans.

Ikki hóskandi til tann

sum ikki hevur tíð og orku at røkta feldin, og heldur ikki til familjur við smáum børnum.

So áðrenn tú fært tær ein Yorkshire Terriara

skalt tú fyrireika teg til at hava hund í 12-16 ár, sum krevur nógva feldrøkt, tí ein hundur við órøktum feldi hevur tað ikki gott. Um ein klippir feldin stuttan, krevur tað minni røkt.

Stutt um Yorkshire Terriarin

1
2
3
4
5
6
7
1

Yorkshire Terriarin gerst uml. 22-24 cm høgir og viga iml. 3,2kg

2

Yorkshire Terriarin hevur ein feld, sum krevur nógva røkt.

3

Slagið hevur sín uppruna í 1880-unum, tá fátækir arbeiðarar úr Skotlandi leitaðu eftir arbeiði í Yorkshire í Englandi

4

Yorkshire Terriarin kann fáa eygna – og tanntrupulleikar

5

Hundarnir tola ikki nógvan kulda.

6

Ikki hóskandi til  til familjur við smáum børnum. Hann er lítil av vøkstri, og tí tolir hann ikki ógvusliga viðferð.

7

Tú skalt fyrireika teg til at hava hund í 12-16 ár, sum krevur nógva feldrøkt