Hundaslag
Enskur Bulldog
Stødd
Tíkar: hædd 31-40 cm og vekt: 22-23 kg
Hundar: hædd 31-40 cm og vekt: 24-25 kg
Feldur
Enski Bulldoggurin hevur snøggan feld, sum er sera stuttur og vakurt blankur.
Litir
Enski Bulldoggurin kann vera einlittur hvítur. Trýnið kann vera hvítt ella svart. Ymiskir reyðir litir eru loyvdir, hann kann vera gulbrúnur, og hann kann harafturat vera hvítur og flekkutur við fyrr nevndu litum.
Uppruni
Enski Bulldoggurin hevur sín uppruna í Onglandi. Rasan er ein av elstu ensku rasunum, og hann er tjóðarhundur í Onglandi.
Upprunaliga varð Enskur Bulldog brúktur av slaktarum til at halda skil á óstýriligum neytum.
Gamlar frásagnir og uppskriftir vísa, at í 1209 vóru Enskir Bulldoggar brúktir til at dystast móti tarvum, bjørnum og øðrum stórum hundum. Hetta gjørdist ein tjóðarítróttur við kappingum, sum vórðu hildnar hvørt ár fram til 1800-talið. Tá byrjaði áhugin fyri hesum ítrótti at minka, og í 1835 bleiv tað bannað við lóg at hava dystir millum hundar og tarvar.
Enskur Bulldog hóskaði serliga væl til tarvadystir. Við stutta trýninum, eyðkenda undirbitinum og sterka kjaftinum fekk hann bitið seg fastan í múlan á tarvinum og jarðlagt hann.
Rasan varð ald til at hava styrki og úthaldni. Enski Bulldoggurin var ein lutfalsliga lættur hundur við longum beinum, longum hala og lítlum høvdi.
Eftir at tarvadystirnir vóru bannaðir í 1835, mundi rasan doyð út. Men har vóru fólk, sum dámdi hesa rasuna, og tey fóru at ala hana við teimum eginleikunum, sum vit kenna í dag.
Enski Bulldoggurin gjørdist vinaligari, friðarligari, og hann gjørdist góður við børn. Útsjóndin broyttist eisini, soleiðis at hann fekk styttri bein, tyngri og størri høvd og breiðari trýn.
Heilsa
Enski Bulldoggurin hevur vegna sítt stutta trýn ofta trupulleikar við at anda. Stutta trýnið virkar eisini við til, at teir hava lyndi til at snorka. Teir hava ofta hjartafeil og fáa ofta hjartastopp. Teir tola hvørki nógvan hita ella nógvan kulda. Harafturat kann Enski Bulldoggurin fáa eygnatrupulleikar.
Røkt
Feldurin hjá Enska Bulldogginum er sera lættur at røkta. Hann skal greiðast viðhvørt. Turkast skal millum rukkurnar í trýninum við vundnum klúti hvønn dag, fyri at hundurin ikki skal fáa sopp og aðrar húðtrupulleikar. Klørnar skulu haldast stuttar, og ansast skal eftir, at tannsteinur ikki legst á tenninar.
Venjingar hjá FcH
Sinnalag
Enski Bulldoggurin er ein vinaligur, trúfastur, róligur og sjarmerandi hundur, sum elskar at brúka tíð saman við eigaranum. Sum hvølpur er hann sera lívligur, men við aldrinum gerst hann róligari. Tað er ein hundur við egnum meiningum, og hann kann vera tvørlyntur og sjálvráðin, tí kann tað vera ein avbjóðing at venja ein Enskan Bulldog. Eigarin skal heilt frá hvølpi vera avgjørdur, fyri at sleppa undan, at hundurin tekur ræði. Enski Bulldoggurin kann vera áleypandi móti fremmandum hundum, tí er umráðandi, at bulldoggurin verður sosialiseraður sum hvølpur.
Væl hóskandi til tann, sum
ynskir sær ein róligan og vinaligan hund, sum ikki krevur nógva rørslu, og sum brúkar meginpartin av tíðini á sofuni og snorkar. Enski Bulldoggurin hóskar væl til eldri fólk ella familjur.
Ikki væl hóskandi til tann, sum
ynskir sær ein aktivan hund, sum orkar langar og strævnar túrar. Hóskar ikki væl til ein, sum vil hava ein hund, sum ikki slevar ella snorkar.
So áðrenn tú fært tær ein Enskan Bulldog,
eigur tú at tryggja tær, at tú velur ein hvølp undan hundum, ið ikki hava heilsutrupulleikar. Og um tú ætlar at fáa avkom undan hundinum, skalt tú tryggja tær, at hundurin og tíkin eru frísk og væl fyri, tí at Enskir Bulldoggar kunnu hava fleiri arvaligar heilsutrupulleikar.
Ansa eftir, at tú hevur stundir til at taka tær av hundinum, tí at ein Enskur Bulldog verður sera tætt knýttur at eigaranum, og honum dámar ikki at vera einsamallur ov leingi. Hann hevur tørv á at fara út at snodda og at ganga túrar hvønn dag.
Enskir Bulldoggar tola ikki væl hita, teir kunnu hava ringt við at anda og kunnu fáa hitaslag. Tí er umráðandi, at tú ikki býrt á ov heitum leiðum. Og av tí at feldurin er sera stuttur, tola teir ei heldur ov nógvan kulda.
Fleiri hundasløg
Stutt um Enskan Bulldog
Stødd
Tíkar: hædd 31-40 cm og vekt: 22-23 kg
Hundar: hædd 31-40 cm og vekt: 24-25 kg
Turkast skal millum rukkurnar í trýninum við vundnum klúti hvønn dag, fyri at hundurin ikki skal fáa sopp og aðrar húðtrupulleikar.
Enski Bulldoggurin hevur vegna sítt stutta trýn ofta trupulleikar við at anda.
Enski Bulldoggurin kann vera áleypandi móti fremmandum hundum, tí er umráðandi, at bulldoggurin verður sosialiseraður sum hvølpur.
Ikki væl hóskandi til tann, sum ynskir sær ein aktivan hund, sum orkar langar og strævnar túrar.
Enskir Bulldoggar kunnu hava fleiri arvaligar heilsutrupulleikar.