Herfyri, tá Ragnar Hergeirsson Jacobsen var ein túr í Sandagerði, við tíkini Vílu og hvølpum hennara, fann Víla ein klump av rottueitur.
Víla gekk og rann við klumpinum í kjaftinum, men hevði tíbetur ikki etið stórvegis av rottueitrinum. Hvølparnir høvdu tíbetur heldur ikki etið av eitrinum.
Ragnar var skjótur, og fór beinanveg til djóralæknan.
Bæði tíkin og hvølparnir hava tað gott.
Um hundur etur rottueitur, og ikki fær viðgerð frá djóralæknan beinanveg, so doyr hann av eitrinum.
Kommunurnar í Føroyum kunnu lata fólkið rottueitur, um tey varnast rottu, og onkur kommuna hevur sjálv fólk, ið skal taka sær av rottutýning. Rottueitur eigur ongantíð at liggja soleiðis, at onnur djóra fáa fatur á tí.
Rottueitur er lítlir grønir ella bláir klumpar, ið rotturnar síðani gnaga av, ella í lítlum plastikpakkum har innihaldi sær út sum ljósareytt havragrýn.
Finnur hundur tín rottueitur, er sera umráðandi at fara til djóralæknan beinanveg.