Hoopers venjing hevur verðuliga tikið dik á seg í grannalondum okkara, og sjálvandi skulu vit eisini hava hendan venjingar møguleikan her í Føroyum.
Felagið hevur tí keypt neyðugu útgerðina, og nakrir av venjarum felagsins eru longu byrjaði at venja Hoopers.
Í næstum fáa vit vitjan av útlendskum venjara, ið hevur drúgvar royndir við Hoopers venjing, at halda skeið fyri okkara venjarum.
Longu komandi vár, fer Hoppers at leggjast afturat øllum hinum hunda ítróttargreinunum, ið Føroya Hundaførarafelag hevur á skránni.