Tveir hundar geva dupult so nógva gleði, men teir kunnu eisini hava nakað av stríði við sær. Her eru nøkur ráð, ið tú kanst hugsa um, áðrenn tú fært tær ein hund afturat í húsið.

Hvør hundur skal handfarast sum ein einstaklingur. Teir eru ymiskir og hava hvør síni yndisítriv, t.d. kann øðrum dáma best at ganga túr, meðan hinum dámar best at spæla o.s.fr. Yndisítrivini kunnu eisini vera sera ymisk, um hundarnir eru av ymiskum slag.

Tað er gott fyri hundarnar, at tú ert saman við teimum hvør sær av og á. Ver vísur í, at tú hevur tíð og orku til tveir hundar. Hundar kunnu hava stóra gleði av hvørjum øðrum, serliga tá ið tú ert heimanifrá t.d. til arbeiðis. Men somuleiðis er umráðandi, at tú venur teir við at vera einsamallir hvør sær, bæði tá ið tú ert til arbeiðis, og tá ið tú fert onkustaðni bara við øðrum hundinum.

Hugsa teg væl um, áðrenn tú fært tær ein hund afturat. Ikki øll hundasløg hóska væl saman. Tú eigur at hugsa um støddina og sinnalagið hjá hundunum, og tú skalt eisini taka hædd fyri, hvørja orku bæði hundasløgini hava. Danska orðatakið “lige børn leger bedst” passar ofta væl til, tá ið hugsað verður um hundasløg.

Ofta fáa fólk sær ein hund afturat, tí fyrri hundurin hevur trupulleikar av at vera einsamallur heima, men tað er sum oftast ein vánalig loysn, tí tá kanst tú skjótt fáa tveir hundar, sum hava sama trupulleika.

Ert tú í iva, er ofta gott at tosa við onkran serkønan.