Hundaslag
Sjefarahundur
Stødd
Tík hædd 50-60 cm, 22-32 kg
Hundur 60 – 65 cm, 30 – 40 kg
Bæði tík og hundur kunnu tó verða væl størri
Feldur
Stockhaar : stuttan feld við tættari undirull og stuttum dekhárum
Langstockhaar : hálvsíðan feld við tættari undirull og hálvsíðum dekhárum
Litir
Svartur og gulur : hundurin er svartur um trýnið, svartur omaneftir bakinum og oman eftir halanum. Er annars gulur / reyður undir øsini, undir búkinum og omaneftir beinunum
Gráur : hundurin er grásprøklutur um allan kroppin. Tó er trýnið svart og niðari partur av beinunum er ofta gulligt
Svartur : hundurin er svartur allur sum hann er
Hvítur : hundurin er hvítur allur sum hann er. Ikki øll alifeløg viðurkenna tann hvíta sjefarahundin.
Uppruni
Í seinru helvt av 1800 talinum fór Max von Stephanitz undir at ala tann perfekta arbeiðshundin. Ymisk týsk seyðahunda sløg og Collie vóru brúkt.
22 apríl 1899 var fyrsti sjefarahundurin, Hektor Linksrhein, ið seinri fekk navnið Horand von Grafrath sýndur. Sama dag var Verein für Deutsche Schäferhunde stovnað. 20 septembur sama ár var fyrsti rasustandardurin fyri sjefarahundar lagdur fram, og Horand von Grafrath var fyrsti sjefarahundurin, ið var skrásettur í felaginum.
Verein für Deutsche Schäferhunde er í dag heimsins størsta rasuhundafelag.
At ætlanirnar hjá Max von Stephanitz eydnaðust, er lítil yvi um. Sjefarahundurin er í dag, ein av heimsins best umtóktu hundasløgum.
Heilsa
Skilaleys aling, har útsjónd hevur havt meira at siga enn eginleikarnir hjá hundinum, hevur tíverri nærum invalidera tann sonevnda ”showhundin”. Afturparturin á hundinum er vorðin so lágur, at hundurin nærum ikki fær gingið.
Uppímótið 70-80 % av sjefarahundunum hava meira ella minni mjadnafeil. (Les um HD)
Sjefarahundurin er hevur eitt viðkvæmt sodningarlag, ið ger at hann kanska ikki tolir so væl allan mat. Eisini hevur sjefarahundurin lyndið at hava allergi.
Sjefarahundurin er eisini raktur av ymiskum eygnasjúkum.
Venjingar hjá FcH
Røkt
Sjefarahundurin krevur nakað av røkt. Hann losar illa alt árið og skal regluliga greiðast. Tvær ferðir um árið losar hann so uppaftur verri og er tá neyðugt at greiða hundinum næstan hvønn dag.
Labbarnir á hundinum kunnu verða viðbreknir og skulu tí regluliga kannast. Neyðugt kann verða, at smyrja labbarnar regluliga.
Sinnalag
Sjefarahundurin er ein sera góður familju hundur. Hundurin er sera knýttur at familju síni og kann hava lyndið at verja seg og síni.
Líka so tolin og friðarligur sjefarahundurin kann verða heima, líka so arbeiðssamur og ógvusligur kann hann tykjast at verða tá hann er til arbeiðis ella til venjing.
Sjefarahundurin kann hava lyndið at larma eitt sindur. Fyrsta loysnin uppá ymiskar trupulleikar er ofta at seta seg at goyggja.
Væl hóskandi til tann sum
- ynskir sær ein størri hund, ið kann brúkast til nærum alla hundavenjing.
- hevur tíð, hug og royndir í at hava ein hund, ið krevur bæði kropsligar og mentalar avbjóðingar.
Ikki hóskandi til tann
sum ikki hevur stundir til at geva hundinum bæði kropsligar og mentalar avbjóðingar hvønn dag. Sum ikki vil hava ein hund sum losar
So áðrenn tú fær tær ein sjefarahund
So tryggja tær, at hvølpurin tú keypir er undan hundum, ið ikki hava heilsutrupulleikar. Somuleiðis skal tú tryggja tær, at tín hundur er fullkomuliga frískur áðrenn tú letur hann fáa hvølpar.
Tryggja tær, at tú verðuliga hevur stundir til at taka tær av einum hundi, ið dagliga krevur rørslu og mentalar avbjóðingar. Sjefarahundurin krevur meira av sínum eigara enn tú heldur.
Sjefarahundurin lærir sera skjótt. Hetta merkir so eisini, at hann lærir allar óvanar sera skjótt, og tí er neyðugt at tú hevur fyrireika teg væl (betri enn tú heldur) til at taka ímótið hesum hundinum.
Sjefarin losar illa alt árið. Sum sjefarahunda eigari, skal tú rokna við, at tú komandi 10-15 árini fer at finna hundahár ALLASTAÐNI.
Sum sjefarahundaeigari sleppur tú ikki undan at gera íløgu í einum góðum dustsúgvara.
Fleiri hundasløg
Stutt um Sjefarahundin
Sjefarahundurin krevur nakað av røkt. Hann losar illa alt árið og skal regluliga greiðast. Tvær ferðir um árið losar hann so uppaftur verri og er tá neyðugt at greiða hundinum næstan hvønn dag.
Uppímótið 70-80 % av sjefarahundunum hava meira ella minni mjadnafeil
Sjefarahundurin er hevur eitt viðkvæmt sodningarlag, ið ger at hann kanska ikki tolir so væl allan mat.
Sjefarahundurin kann hava lyndið at larma eitt sindur. Fyrsta loysnin uppá ymiskar trupulleikar er ofta at seta seg at goyggja.
Sjefarahundurin lærir sera skjótt. Hetta merkir so eisini, at hann lærir allar óvanar sera skjótt
Labbarnir á hundinum kunnu verða viðbreknir og skulu tí regluliga kannast. Neyðugt kann verða, at smyrja labbarnar regluliga
Stødd:Tík hædd 50-60 cm, 22-32 kg, Hundur 60 – 65 cm, 30 – 40 kg
Bæði tík og hundur kunnu tó verða væl størri