Til allar hundaeigarar: Verið ansin, nú lembing er fyri framman…
Nú lembingin nærkast, heita vit staðiliga á allar hundaeigarar um at ansa eftir, at hundurin ikki ger seyðinum ónáðir.
Hóast hundurin ikki rennur eftir seyði, so kann seyðurin gerast skakkur av bara at síggja hund, eisini sjálvt um hundurin ikki er tætt við seyðin.
Ein ær kann lættliga missa lambið, um hon gerst kløkk/bangin av einum hundi.
Vísið tí virðing, tá ið tit møta seyði, og havið ikki hundin leysan, har seyður vanliga er.
Farið aldrin í hagan við hundi uttan loyvi frá bóndanum.