TEMA – Leysgangandi hundar: Tá tú møtir leysum hundum
Hundar samskifta sína millum við kropsmálið. Teir renna og fjasa tá teir hava hug at spæla, teir gera seg stórar og stara í eyguni tá teir eru hóttandi. Teir krúpa saman og gera seg lítlar, tá teir eru bangnir. Ein hundur, ið ikki er áhugaður í tí hann møtur, letur sum um hann ikki sær nakað, hyggur vekk og heldur róliga leiðina áfram. Hevur hann møguleika til tess, so gongur hann í ein boga útfrá ti, hann ikki hevur hug at møta.
Hesa vitan um samskiftið hjá hundum, kunnu vit brúka tá vit møta hundum. Er tú bangin fyri hundi, og tú tískil fer at renna undan ímeðan tú kanska roynir at rópa á hundin fyri at fáa hann burtur frá tær, skal tú rokna við, at hundurin beinanveg kemur rennandi aftaná tær. Orsøkin til at hundurin rennur aftaná tær eru mest sannlíkt hesar :
- Hundurin heldur, at tú hevur hug at spæla, og tað sigur hann ikki nei takk til.
- Hundurin er illur við teg, kanska tí hann meinar, at tú er inni á hansara økið, og vil skjótast gjørligt reka teg burtur av økinum.
Um tú rættir teg upp, og stillar teg at stæra í eyguni á einum hundi, tú møtir, kann tú eisini lættliga fáa trupulleikar. Er hundurin antin illur við, ella bangin fyri fólkið, kann hann síggja teg sum eina hóttan, ið hann noyðist at verja seg fyri. Alt eftir hvat tað er fyri ein hundur tú møtir, kann hetta enda við, at hundurin leggur á teg.
Um tú hinvegin roynir at verða rólig/ur og letur sum um tú ikki sær hundin, er minst møguleiki fyri, at hundurin ger tær nakað. Um tú kemur í ta støðu, at ein illur hundur kemur ímóti tær, so hygg burtur, vend síðuna til og royn at ganga burtur frá hundinum so róliga sum gjørligt.
At verða róligur, tá ein møtir tí, ein er mest bangin fyri, er sjálvandi lættari sagt enn gjørt. Eini onnur ráð, sum ikki hava so nógv við samskiftið við hundar at gera er, at fara innum nærmastu hurð ella portur, og síðani fáa fatur á løgregluni.
Um tú gongur túr við tínum egna hundi í bandið, og tú møtir einum leysum hundi, er søgan ein heilt onnur. Hóast tín hundur kann verða væl vandur við at møta øðrum hundum tá tit ganga túr, so skal ikki so nógv til, fyrrenn tú fær trupulleikar av leysa hundinum.
Er leysi hundurin ágangandi og kemur ov nær tínum hundi, sum jú er í bandið, so kann tín hundur lættliga síggja leysa hundin sum ein hóttan, hann noyðist at verja seg ímótið. Og tað skal ikki nógv til, áðrenn hundarnir fara at berjast.
Kemur tú í hesa støðu, so royn at hava tín egna hund í heilt stuttum bandið, tryggja tær at hann ikki sleppur úr hálsbandinum ella selanum. Royn at halda teg í millum báðar hundarnar, og ger alt tað tú kann, fyri at halda leysa hundinum burtur frá tínum hundi. Um tú hevur møguleika til tað, so royn og slepp tær innum nærmastu hurð ella nærmasta portur.
Vit viðmæla ikki fólkið, at verða harðlig við hundar, men í slíkum førum kann verða neyðugt at verða harðligur við leysa hundin.
Hevur tú ein lítlan hund, og er leysi hundurin stórur, so tak lítla hundin upp í føvningin og royn at verja hann so væl tú kann.
Hugsa fyrst og fremst um tín hund, og ger alt tú kann fyri at fyribyrgja at tín hundur endar í einum slíkum bardaga.
Er tú heppin, og sær leysa hundin áðrenn hann kemur ov nær, so broyt kós, og gang so róliga sum gjørligt, burtur frá leysa hundinum.
Leggjast skal kanska afturat, at um ein hundur er havdur í eini sokallaðari “flexi línu” (te. eitt plastik handtak við longum bandi í) kann hann verða til næstan líka stóran ampa, sum ein leysur hundur, um hundurin sleppur at hála alt bandi úr hondtakinum, hvørjaferð hann hevur hug at fara nær til eitthvørt hann møtur.