Vikuskifit 18 og 19 februar skipaði Føroya Hundaførarafelag fyri innanhýsis skeið, í Nose Work, fyri venjarar.

Hetta eydnaðist sum heild sera væl, og nógv kom burtur úr. Tað vóru nakrir sera troyttir hundar og ikki minst hundaførarar, ið fóru til húsar sunnudag seinnapartin.

Nose Work byrjaði í USA fyri áleið 10 árum síðani, og var upprunaliga ætla sum “ítriv” fyri teir mongu harra leysu hundarnar, sum sita í internatum runt um alt USA. Tað gekk tó ikki long tíð áðrenn hundaeigarar tóku hesa venjing til sín, og nú er tað so komi til Føroyar.