Ein annarleiðis uppskrift 🙂

Heimabakaðir Laksagóbitar

Tilfar:
Tvey Laksa Stykkir (í alt uml. 250g)
Trý Egg
300gr rísmjøl
Tvær spsk Kokusolju

Soleiðis gert tú:

IMG_3779

Fidor elskar heimagjørdar góðbitar 🙂

1. Tendra ovnin og set hann á 175 gradir (luft)
2. Lat laksin í eina hvirlu (Foodprocessor), og blenda hann væl
3. Lat síðani restina av tilfarinum í hvirluna saman við laksinum, og blenda til deiggj er javnt blanda
4. Koyr deiggi í ein sproytiposa, og sproyta á eina ovnplátu við bakipapír. Her skalt tú avgera støddina á góðbitunum, so teir hóska seg best til tín hund.
5. Baka í uml 25 minuttir.
6. Lat teir køla

Vælgagnist (til hundin altso 🙂)

PS. Hesir egna seg sera væl at frysta! So eigur tú inni til allan veturin, um tú bakar nakað niðurfyri.