Hósdagin 07 Juni kl 19:30 við Leynavatn
Hevur tú hug at gerast hundavenjari hjá Føroya Hundaførarafelag ? So hevur tú møguleikan at byrja lærutíðina NÚ.
Hósdagin 07 juni kl 19:30 er kunnandi fundur, har vit greiða frá hvat vit vænta av komandi venjarum, og hvat komandi venjarar kunnu vænta av felagnum.
Fundurin verður við Leynavatn
Føroya Hundaførarafelag er eitt áhugafelag, og merkir hetta, at tey, ið skipa fyri venjingum felagsins, eru ólønt. Tó so, hava hesi lægri luttøku kostnað fyri venjing við egnum hundi, eins og felagið betalir teirra limagjald.
At læra til hundavenjara hjá Føroya Hundaførarafelag tekur umleið 2 ár. Vit vænta, at tú venur við egnum hundi alla lærutíðina. Aftaná 2 ára lærutíð, hevur tú vónandi staðið grundútbúgvingina og kann kalla teg familjuhundavenjara.
Hevur tú hug at útbúgva teg meira, so hevur tú møguleika at útbúgva teg sum venjari og / ella dómari innan agility, lýdni, IPO og rally. Eisini hevur tú møguleikan at útbúgva teg sum hundaráðgevi.
Vit í Føroya Hundaførarafelag vænta at venjarar halda seg dagførdan við tí, ið hendir innan hundavenjing. So ofta tað ber til, skipar Føroya Hundaførarafelag fyri skeiðum fyri venjarum felagsins, har vit hava útlendskar undirvísarar, oftast venjarar frá DcH, ið hava drúgvar royndir innan hundavenjing. Fyri Føroya Hundaførarafelag hevur tað stóran týdning, at teir venjarar, ið verða bodnir hendan vegin at undirvísa venjarum felagsins, eru væl dagførdir við tí, ið hendir innan hundavenjing.
Føroya Hundaførarafelag brúkar tí nógv tíð og orku uppá at finna júst tey røttu fólkini.