Eitt serligt amboð fæst til keyps frá djóralæknunum, ið er ætla at taka blóðmottur burtur við.

Blóðmotta (skovflåt) er ein plága fyri hunda og kettu eigarar í fleiri av grannalondum okkara. Og hóast onkur hendinga blóðmotta hevur verði at finna á bæði hundum og kettum her í Føroyum í fleiri ár, so er okkurt sum bendir á, at blóðmottan gerst meira vanlig.

Blóðmotta kann, millum annað, verða orsøk til sjúkuna Borrelia. Umráðandi er tí, at taka blóðmottur burtur beinanvegin ein gerst varugur við hana.

Blóðmottan stingur høvdið inn um húðina, og har hongur hongur og sýgur blóð líka til hon er mett. Tá tú tekur blóðmottuna burtur, skal tú ansa eftir, at tú ikki kroystur kroppin á blóðmottuni og sostatt sprænir innihaldið í blóðmottuni inn í æðrarnar, og eisini skal tú ansa eftir, at tú fær høvdið á mottuni við, tá tú tekur mottuna burtur.

Eitt serligt amboð fæst til keyps frá djóralæknunum, ið er ætla at taka blóðmottur burtur við.

Finnur tú blóðmottu á húsdjóri tínum, so er Jens Kjeld Jensen áhugaður í at kanna blóðmottuna. Sí http://www.jenskjeld.info/FO_side/motta.html og hoyr eisini meira um blóðmottu/skógarmottu í morgunsendin hjá kvf http://kvf.fo/gmf?sid=59683  (byrjar á leið 9½ minutt inni í sendingini)

Vit kundu hugsa okkum at vita, hvussu vanlig blóðmotta er her í Føroyum, og hava vit tí gjørt eitt spurnar blað, sum húsdjóra eigarar kunnu svara her:

Video brot ið vísur hvussu tú tekur mottuna burtur.