í gjar fekk handaði forkvinna Fríðhild Debes próvbrøv til 4 nýggjar hundavenjarar.

Heiti á útbúgvingini er Familjuhundavenjari. Hetta umfatar alla vanliga hundavenjing, umframt eitt sindur av allari venjing ið felagi bjóðar.

Felagi hevur seinastu vikurnar havt 4 danskar hundavenjarar á vitjan. Hetta hevur havt við sær, nakrar sera hendingaríkar og strævnar vikur.

Áðrenn hetta, hava nýggju venjarar havt eina lærutíð á góð tvey ár, við vegleiðing frá “gomlu” venjarunum

Vit ynskja Turid Askham, Randi M Gunnarsdøttir, Turid Thomsen og Lív Magnussen hjartaliga til lukku við próvnum.