Hundaslag

Mopsur

Stødd

Hædd 25-30 cm fyri bæði tík og hund

Vekt 6-10 kg fyri bæði tík og hund

Feldur

Mopsurin er snøggur, og feldurin er mjúkur og slættur. Er feldurin sunnur, tykist hann at skína.

Mopsurin hevur stutt trýn, og tað ger, at kunnu teir fáa trupulleikar við at anda.

Mopsurin hevur stutt trýn, og tað ger, at kunnu teir fáa trupulleikar við at anda.

Litir

Fawn: Tá ið mopsurin er fawnlittur, er hann ljósabrúnur við svørtum trýni og oyrum, og hann hevur eina svarta ál oman eftir bakinum.

Apricot: Ein apricotlittur mopsur er ljósabrúnur við einum reyðgulum dæmi, trýn og oyru eru svørt, og hann hevur eina svarta ál oman eftir bakinum.

Black: Blacklitti mopsurin er svartur, onkuntíð við hvítum bletti á bringuni.

Silver: Silverlitti mopsurin er heilt ljóst ljósabrúnur við silvur dæmi, svørtum trýni og oyrum og einari svartari ál oman eftir bakinum.

Litirnir White og Brindle finnast eisini, men fleiri alifeløg góðkenna teir ikki.

Uppruni

Mopsurin hevur sín uppruna í Kina, heilt aftur til Keisaraættina Han (206 ár f.Kr. til 200 ár e.Kr.). Mopshundarnir komu við handilsskipum til Europa síðst í 1500-talinum serliga til Hollands og Onglands.

Hesir eitt sindur stuttligu hundar vunnu skjótt frama í millum aðalsfólk og tey kongaligu. Danska drotningin Anna Cathrine hevði ein í 1598, ið kallaðist Türck, og Marie Antoinette hevði sum 15 ára gomul ein, ið kallaðist Mops.

Fyrsta sýning av mopsum varð hildin í Englandi í 1861. í 1871 fóru tey at skráseta ættartalvur, og tá vórðu 66 mopsar skrásettir. Um somu tíð komu nakrir mopsar úr Kina, tveir av teimum, Lamb og Moss, fingu ein hund, sum fekk navnið Click. Click fær heiðurin av at gera mopsin til ein fjáltáttaðan og betri hund og fyri at skapa rasuna soleiðis, sum vit kenna hana í dag.

Heilsa

Sum heild hevur mopsurin ikki bestu heilsu samanborði við onnur hundasløg. Sum við øðrum væl umtóktum hundum hevur skilaleys aling við sær, at nakrar arvaligar sjúkur og brek fylgja rasuni. Kropsbygnaðurin hjá mopsinum hevur eisini ymiskar vansar við sær.

Pug Dog Encephalitis:

PDE er ein deyðlig sjúka, tað er bruni í heilanum, ið bert rakar mopsar.

Oftast eru tað ungir hundar, ið verða raktir av sjúkuni. Hundurin fær krampar, missir sjónina, og síðan missir hann vitið og doyr.

Granskarar vita ikki, hví mopsar fáa hesa sjúkuna, og enn er ikki møguleiki fyri at kanna og grøða hundin fyri PDE.

Epilepsi: Mopsar hava eisini lyndi til at fáa epilepsi, ið er arvaligt.

Eyguni: Av tí at eyguni á mopsum eru stór og útstandandi, fáa teir lættliga turr eygu og skaða á hornhinnurnar. Fylgjast skal væl við eygunum á hesari rasu.

Patella Luxation: Mopsar kunnu eisini hava arvaligu sjúkuna Patella Luxation, leysa knæskel. Hetta er skjótt at kanna hjá djóralækna.

Mjadnafeil: Fleiri mopsar hava mjadnafeil. Tað verður vanliga ikki kannað hjá rasuni, og tað verður ofta ikiki uppdagað, fyrr enn ov seint er.

Mopsurin hevur stutt trýn, og tað ger, at kunnu teir fáa trupulleikar við at anda. Trýnið er so mikið kroyst saman, at andingarleiðin ikki virkar, sum hon skal. Rukkurnar í trýninum kunnu harafturat vera so stórar, at tær leggjast út yvir nøsina. Vánaliga andingarleiðin ávirkar eisini førleikan hjá hundinum at stýra kropshitanum. Mopsurin er ein sera matglaður hundur, og hann gerst skjótt ov tungur. Tað er sera ringt fyri heilsuna hjá einum hundi, sum hevur vánaliga andingarleið og lyndi til mjadnafeil.

Røkt

Feldurin á einum mopsi er lættur at røkja, hóast hann losar illa. Um hundurin verður greiddur eina ferð um vikuna, sleppur ein undan tí ringasta av leysum hárum. Ein gummibust og ein strigla eru best at brúka til at røkja feldin við.

Umráðandi er at kanna tenninar ofta á hundinum. Sum nógvar lítlar rasur hevur hundurin lyndi til at fáa tannstein og trupulleikar við tannkjøtinum.

Neglirnar skulu klippast. Mopsar røra seg ikki líka nógv sum aðrar meira lívligar rasur, og tí slíta teir ikki neglirnar nakað serligt.

Oyru og eygu skulu haldast rein. Harafturat er sera umráðandi at vaska og turka í millum rukkurnar í trýninum, fyri at bruni og soppur ikki kemur í.

Sinnalag

10153231_724949537544539_2475799202257987808_n

Sum nógvar lítlar rasur hevur hundurin lyndi til at fáa tannstein og trupulleikar við tannkjøtinum.

Mopsurin er ein fittur og vinaligur hundur við einum skemtingarsomum lyndi. Hann er sera sosialur, alskin og altíð glaður.

Væl hóskandi til tann, sum

vil hava ein lítlan, vinaligan hund, og hann hóskar seg væl til bæði eldri fólk og ung fólk.

Hetta er ein hundur, ið dámar væl at liggja í sofuni og balla seg saman við sínum eigara, og hann hevur einki ímóti at sleppa undan at fara út í regn og kulda. Mopsurin er ein lívligur og næmur hundur, ið væl kann brúkast til ymiskan hundaítrott, eitt nú til rally.

Ikki hóskandi til tann, sum

ynskir sær ein aktivan hund, ið krevur lítið av røkt.

Mopsurin hevur tørv á einum eigara, ið hevur tíð og hug at taka sær av feldrøkt og røkt av rukkunum í trýninum.

Áðrenn tú fært tær ein mops, skalt tú

tryggja tær, at foreldrini ikki hava nakrar arvaligar sjúkur og ikki hava trupulleikar við andingarleiðini. Hettar er galdandi, uttan mun til um tú keypir hund við ella uttan ættartalvu.

Tú skalt fyrireika teg til ein hund, sum næstu 12-15 árini fer at losa alt árið og altíð fer at krevja eitt sindur av røkt. Tú skalt harafturat fyrireika teg til ein hund, sum hvønn dag má sleppa at brúka bæði kropp og heila.

Hóast mopsar eru sera fittir, eru teir ikki føddir væl vandir, og teir skulu tí heilt frá hvølpi av fáa rætta venjing, so teir kunnu fáa góðar vanar.

Mopsurin er snøggur, og feldurin er mjúkur og slættur. Er feldurin sunnur, tykist hann at skína

Mopsurin er snøggur, og feldurin er mjúkur og slættur. Er feldurin sunnur, tykist hann at skína

Fleiri hundasløg

Stutt um Mops

1
2
3
4
5
6
7
8
1

Mopsurin er snøggur, og feldurin er mjúkur og slættur. Er feldurin sunnur, tykist hann at skína.

2

Hædd 25-30 cm fyri bæði tík og hund

Vekt 6-10 kg fyri bæði tík og hund

3

Mopsurin hevur stutt trýn, og tað ger, at kunnu teir fáa trupulleikar við at anda. Trýnið er so mikið kroyst saman, at andingarleiðin ikki virkar, sum hon skal.

4

Rukkurnar í trýninum kunnu vera so stórar, at tær leggjast út yvir nøsina.

5

Hann er vanliga sera sosialur, alskin og altíð glaður.

6

Mopsar kunnu eisini hava arvaligu sjúkuna Patella Luxation, leysa knæskel. Hetta er skjótt at kanna hjá djóralækna.

7

Fleiri mopsar hava mjadnafeil. Tað verður vanliga ikki kannað hjá rasuni, og tað verður ofta ikiki uppdagað, fyrr enn ov seint er.

8

Neglirnar skulu klippast. Mopsar røra seg ikki líka nógv sum aðrar meira lívligar rasur, og tí slíta teir ikki neglirnar nakað serligt.