Okkara venjingarøki
Vit hava síðani 2011 hildið til við Leynavatn. Her hava vit tey árini skipa fyri venjingum og kappingum.
Eitt sindur um vatni
Vatnið er í Kollfjarðardali og er mark millum hagarnar í Kollafirði, Leynum og Kvívík. Í gomlum døgum hevur navnið Leynavatn helst bara verið brúkt av ferðafólki til gongu gjøgnum Kollfjarðardal. Leyningar róptu tað bara “Vatnið” og søgdu “Frammi á Vatni”. Í Kollafirði eitur tað Breiðavatn, og kollfirðingar siga “Frammi við Breiðavatn” ella “Frammi á Breiðavatni”. Her skal nevnast at hini bæði vøtnini í Kollfjarðardali verða saman rópt Mjáuvøtn.
Kunning
Venjingarøki okkara frammi við Leynavatn er tøkt frá mai til oktobur .
- Økið er einans ætla limum felagsins til venjing við egnum hundi.
- Eftir avtalu við venjara, kunnu limir felagsins brúka venjingarútgerðina.
- Takið alt órudd upp eftir tykkum. Sigarett stubbar, snús posar og tyggigumm skal eisini takast upp.
- Hundalortur skal burturbeinast.
- Roknast kann við, at seyður gongur á bønum. Ansi sera væl eftir hesum, og tryggji tykkum, at hundurin ikki fer eftir seyði.
- Fuglalív á økinum, skal ikki órógvast av hundum
- Sandurin, fram við vatninum, er ikki frístaður fyri hundar. Havi tí hundin í bandið, um tit ætla at ganga túr, og havi virðing fyri, at aðrir áhugabólkar eisini stytta sær stundir við Leynavatn