TEMA – Leysgangandi hundar: Støðan í dag

Løgreglan

Vit ringdu til løgregluna, fyri at vita hvussu farið verður fram, tá teir fáa eina fráboðan um leysgangandi hundar. Løgreglan sendir boð eftir aktingarmanninum á staðnum, UM nakar aktingarmaður er. Hesin fer síðani út, og roynir at fáa hendur á leysa hundinum. Eydnast tað, hevur aktingarmaðurin hundin í varðveitslu, til hann verður heintaður av eigara. Er hundurin ikki heintaður innan 3 døgn, verður hundurin avlívaður.

Ofta stendur stórur skaði av, tá ið hundur sleppur leysu millum djór. Her á landi, er tað serliga ofta seyður ið fær skaða

Ofta stendur stórur skaði av, tá ið hundur sleppur leysur millum djór. Her á landi, er tað serliga ofta seyður ið fær skaða. Hettar er ein mynd av einari hending í Suðuroynni

Tað kann lættliga kosta eitt sindur, at lata ein hund ganga leysan. Umframt gjald fyri ansing hjá aktingarmanninum, fær hundaeigarin bót. Støddin á bótini, er alt eftir hvussu stórur partur av hundalógini er brotin. Eru fleiri brot á hundalógina, kann bótin verða heilt upp til 3.000,00 kr.

Av løgreglustøðini frættu vit eisini, at trupulleikin við leysum hundum er eins stórur kring alt landið. Í teimum kommunum, har aktingarmaður er, kann løgreglan senda aktingarmannin út at royna at fanga leysa hundin. Tað eru tíverri fleiri kommunur í landinum, sum als ikki hava ein aktingarmann. Løgreglan fer sjálv sjáldan út at fanga leysar hundar, til hetta eru tey ov illa mannaði til.

Vit spurdu eisini hjá løgregluni, hvussu fólk eiga at bera seg at, um leysur hundur onkursvegna hevur gjørt seg inn á tey ella teirra ogn. Tá ein leysur hundur ger seg inná eitthvørt, verður hetta at meta sum herverk. Um ein hundur skøvar ein bil, ella bítur ein annan hund, sum so má viðgerast hjá djóralækna, so er hetta at meta sum herverk, og kann tann, sum er útsettur fyri herverkinum, krevja endurgjald frá hundaeigaranum. Í slíkum førum, eru góð ráð, at fáa til vega skjalprógv uppá hendingina, og møguliga eisini at fáa ráðgeving frá advokati.

Vinaligi løgreglumaðurin, ið gav sær stundir at svara øllum okkara spurningum, helt ikki at hundalógin sjálv var heilt av leið. Í øllum førum ikki hvat viðvíkur leysum hundum, men trupulleikin er, at tað eru ov fáir aktingarmenn kring landið, ið kunnu fara eftir leysu hundunum, og heldur ikki er nokk av plássi, har aktingarmenn kunnu hava hundarnar í varðveitslu.

Hending frá veruleikanum

“Tá hundurin hjá mær var hvølpur, var hon álopin av einum størri hundi. Eg var uttanfyri húsini hjá okkum, og hevði hvølpin við. Ein annar hundur í grannalagnum, sum hendan dagin gekk leysur, fór at jagstra hvølpin hjá mær. Leysi hundurin fekk fatur á hvølpinum, og úrslitið av hesum samanstoytinum var, at hvølpurin fekk stóran skaða í afturbeini. Hetta eru nøkur ár síðani, og hundurin hjá mær er nú vaksin. Skaðin, hon fekk sum hvølpur, er nú orsøk til, at hon hevur gigt í beininum.”

TEMA – Leysgangandi hundar:

Støðan í dag

Hundaótti

Trygging

Tryggja tín hund við lógarkravdari ábyrgdartrygging og lívstrygging

Tryggja tín hund við lógarkravdari ábyrgdartrygging

Hundalógin áleggur øllum, ið hava hund, at hava hundin ábyrgdartryggjan. Tað er tó sera yvingasamt, um allir hundar í Føroyum eru tryggjaðir.

Tryggingarfelagið Føroyar fekk í 2014, og higartil í 2015, íalt 39 fráboðanir um skaðar, ið hundar eru atvoldin til. Størsti parturin av fráboðaðu skaðunum eru tó ikki álvarsamir, oftast hvølpar, sum hava eti ein skógv ella biti hol á eitthvørt klædnaplagg.
Upphæddin á endurgjaldskrøvunum, eru í meðal 2.000,00 kr. Lægsta endurgjaldskravið var 400,00 kr og hægsta endurgjaldskravið var 10.000,00

Trygd hevði, tá hendan greinin var skrivað, ikki nøkur hagtøl yvir hvussu nógvar slíkar skaðafráboðanir tey fáa.

Hjá Tryggingarfelaginum Føroyar, fáa tey nærum ongantíð nakra skaðafráboðan, har hundur hevur gjørt skaða á fólk ella onnur djór, eitt nú seyð og gæs.

Umboðið fyri Tryggingarfelagið Føroyar, ið vit tosaði við, helt at ein orsøk til láa talið av skaðafráboðanum, kundi verða, at hundaeigarar ikki vita nóg nógv um hundatrygging. Í Føroyum er ikki óvanligt, at ein hundur, sum ger seg inn á fólk og fæ, rætt og slætt verður avlívaður og so verður ikki gjørt meira við hetta.

Hending frá veruleikanum

“Eg gekk túr við mínum hundi, sum eg sjálvandi hevði í bandið. Hetta var um kvøldið, og farið var at skýma. Vit gingu framvið einum garði, sum var eitt sindur niðanfyri vegin. Brádliga kemur hesin stóri hundurin úr garðinum og niðan á vegin. Eg vendi beinanveg, og royndi at gera skjótt av og sleppa okkum frá hesum hundinum. Stóri hundurin kom tó aftaná okkum. Hundurin hjá mær er væl vandur, og aktar væl, so eg tók tjansins, slepti endanum og baða hana renna. Tíbetur aktaði hon, og var so mikið kvik, at hon kláraði at renna líka til tann størri hundurin gav upp.”

Djóralæknin

Tá stórur hundur loypur á lítlan hund, kann skaðin vera forholdsvís stórur (Myndina eigur Djóralæknatænastan)

Tá stórur hundur loypur á lítlan hund, kann skaðin vera forholdsvís stórur (Myndina eigur Djóralæknatænastan)

Djóralæknarnir eru helst teir, sum síggja mest til úrslitini av bardøgum millum hundar.

Djóralæknarnir hava ongar beinleiðis skrásetingar, ið greitt vísa hvussu nógvir hundar verða viðgjørdir fyri hundabit.

Men hjá Djóralæknatænastuni mettu tey, at tey í meðal viðgerða ein hund um mánaðin, fyri hundabit. Hjá Djóralæknastovuni mettu tey, at teir í meðal viðgerða ein hund um vikuna, fyri hundabit. Hesar viðgerðir umfata oftast at reinsa sár og viðgerða við antibiotika. Onkuntíð er bitið so stórt, at sárið má seymast aftur.

Ógvusligastu hundaálopini, har annar hundurin doyr, eru tíbetur sera fá.

Skaðastovan

Tá hendan greinin var skriva, bar ikki til at fáa hvørki hagtøl ella meting frá skaðastovuni yvir, hvussu nógv hundabit verða viðgjørt har. Haðani var bara upplýst, at tey regluliga viðgerða hundabit á skaðastovuni.

Hending frá veruleikanum

“Eg var farin ein gongurtúr við mínum hundi. Hundurin hjá mær er rímuliga stórur, og eg havi hann altíð í bandið. Brádliga kemur ein annar stórur leysur hundur, sum uttan ávaring leggur á mín hund. Mín hundur kláraði at verja seg, men leysi hundurin hevði ikki ætlanir um at uppgeva bardagan, so eg hevði onki annað í at velja, enn at brúka vald fyri at fáa leysa hundin at sleppa sær burtur. At enda eydnaðist tað mær, at raka leysa hundin, so at hann fekk ilt og tá tók hann til rýmingar”