Trupulleikar við at tekna teg til hundavenjing ? Broyttu trygdarkrøvini til nýtslu av gjaldskortum á netinum, hevur, sum skilst, havt við sær, at tað kann verða trupult at tekna seg til hundavenjing umvegis okkara tilmeldingarskipan.

Vit hava tí latið upp fyri møguleikanum, at fáa eina rokning sendandi, sum luttakarin betalir umvegis egnan banka. Tá tú fer inn á tilmelding, so er ein val møguleiki “ynski at fáa rokning senda”. Velur tú hendan møguleikan, fær tú rokning fyri skeiðið sendandi sama dag og sleppur tí undan at brúka gjaldskortið.

Hevur tú trupulleikar við tilmelding, er tú altíð vælkomin at senda ein teldupost til fch@fch.fo