Leygardagin 5 mai var venjingardagur fyri  venjarum hjá Føroya Hundaførarafelag. Veðrið var okkum ikki til vildar hendan dagin, har bjóða var við vindi og regni. Men sum onkur sigur, tað er einki sum eitur vánaligt veður, men bara vánalig klæði.

Vit hittust kl. 13.00 á kamping økinum (gamli fótbólsvøllurin) á Eiði. Har var vant við hvør sínum hundi, og ymisk evnið vóru vend.

Hendan dagin var arbeitt nógvi við motivatión og hvussu við stimbrar hugan hjá hundinum, at arbeiða

Hóast veðri ikki var til vildar, so var dagurin frálíkur. Øll fóru (baði førarar og hundar) heim við nýggjar vitan og upplivingum í skjáttuni.