Vit gera klárt til hundavenjing í summar. Kemur tú við?

(Verða tiltøk herd vegna Korona, ið viðførir vit mugu avlýsa venjingar, so verður luttøkugjaldi sjálvandi afturgoldi)

Tað góða við hundavenjing er, at tað ber væl til, at venja hund við tryggari frástøðu millum luttakarar. Tað er og hevur altíð verið okkara tilmæli, ikki vegna smittuvanda, men fyri hundarnar. Standa vit ov tætt, ja so hava flestu hunda ikki lætt við, at savna seg um venjingina.

Yvirlit yvir venjingar:

Trýst á venjingina fyri tilmelding og, at lesa meira

Spor venjing

Tilmelding: https://fch.nemtilmeld.dk/294/

Í mai, ella tá ið nóg nógv eru tilmeldaði, byrjar skeið í sporvenjing.

Veðrið avgerð nær sporvenjing er. Men tit skulu vænta, at venja uml 1 ferð um vikuna uttanfyri vanliga arbeiðstíð

Skeiðið umfatar 4 venjingar. Vant verður á ymiskum økjum.

Roknast skal við, at serlig útgerð er neyðug til hesa venjing. Og eisini skal roknast við serligum krøvum til ormaviðgerð.

Hendan venjing er ikki hóskandi fyri hundar, ið av einhvørjari orsøk hava trupulleikar við andaleiðini.

Ikki er neyðugt við aðrari venjing áðrenn ein byrjar spor og leita venjing.

Mannatevnjan venjing

Tilmelding: https://fch.nemtilmeld.dk/296/

Síst í maiella tá nóg nógv eru tilmeldað, byrjar skeið í mannatevjan venjing fyri bjarginarhundar

Nær:  
Skeiðið verður 5 ferðir. Vit venja í vikuskiftunum ella eftir vanliga arbeiðstíð. Vit venja ymsa staðni, men fyri tað mesta á Streymoy.

Hvør:
Ikki er neyðugt við aðrari venjing áðrenn ein byrjar hesa venjing. Men hundurin má ikki ræðast fólk.
Bara ein hundur venur ísenn, og vit venja á tí støði ið hvør einstakur hundur er komin til.
Hendan venjing er ikki hóskandi fyri hundar, ið av einhvørjari orsøk hava trupulleikar við andaleiðini.

Hvat:
Ein sporhundur fylgjur vanliga fótafetunum á slóðini, frá slóðlegjarinum. Ein mannatevjari fylgir umframt hesum eisini tí persónliga luktinum í verður fluttur av vindinum. Tað er ikki óvanligt hjá einum mannatevjara, at fáa beinleiðis luktin av einum persóni, og hyggja burtur frá slóðini. Tvs. gongur beint eftir persóninum, og ikki har hann hevur gingið.

Hvussu:
Vit læra hundaføraran, at lesa hundin. Tvs. hundaførarin skal síggja um hundurin arbeiðir, um hann hevur mist slóðina ella hevur valt eina aðra slóð. Tað kunnu vera nógv órógv sum eitt nú seyður, onnur fólk, hundar, skarn frá djórum og matur.

Tá ið hundurin tekur 90% av avgerðunum, er avgerandi, at hundurin lærir, at arbeiða sjálvstøðugt.

Roknast skal við, at serlig útgerð er neyðug til hesa venjing. Eisini eru serlig krøv til ormaviðgerð.

Hví:
Vit venja hetta fyrst og fremst, tí hetta er stuttligt hjá førara og hundi.

Men vit hava eisini tað fyri eiga, at í framtíðini kunna gera góða nyttu burtur úr hesum. Vónandi kunnu vit innan stutta tíð, bjóða okkara tænastur fram til bjargingarfeløgini í Føroyum.

Mannatevjan Venjing

Gerandislýdni Eysturoy

Tilmelding: https://fch.nemtilmeld.dk/287/

Í mai, ella tá ið nóg nógv eru tilmeldaði, byrjar skeið í gernadislýdni í Eysturoy

Skeiðið er íalt 8 x 1 venjingartíma. Vit hittast mánakvøld kl. 18.30.

Skeiðið verður í skúlagarðinum við Gøtugjógv.

Gernadislýdni byrjunar er  ætlað hundum og førarum, sum ikki áður hava luttikið í hundavenjing. Hundurin skal helst verða eldri enn 10 mánaðar.
Atferðartrupulleikar verða ikki viðgjørdir á hesum skeiðið.


Vit arbeiða fram í móti at gerast ábyrgdarfullir hundaeigarar við einum glaðum og væl vandum hundi til gagns fyri bæði hund, eigara og onnur. Ein partur av skeiðnum inniheldur ástøði um hund og eigara í samfelagnun og kunnleika um eyðkenni hjá egnum hundaslagi ella blandingshundi, meðan tann størri parturin inniheldur praktiskar venjingar. Her læra hundur og førari ymiskar førleikar, sum eru góðir at duga bæði heima og úti; sum t.d. at bíða, at ganga pent, at møta øðrum fólki og hundum og at koma, tá hundurin verður róptur.

     
Hundurin skal hava tað gott saman við eigara sínum, og tá lærir hann eisini best. Hetta er ein av meginreglunum í positivari hundavenjing. Tí eru gott samstarv og gott samband millum hund og eigara fortreytir fyri allari víðari venjing. Ein stórur partur av venjingini verður tí at byggja upp eitt gott samband ella eitt enn betri samband millum hund og eigara, samstundis sum vit læra  ymisku førleikarnar.

Hundar og hundaførðar gera seg kláran

Rally Lýdni venjing við Leynavatn

Tilmelding VAND: https://fch.nemtilmeld.dk/299/

Skeiðið er ætla teimum, ið áður hava gingið til rally venjing, og longu duga grundleggjandi rally venjingarnar.

Tilmelding: https://fch.nemtilmeld.dk/303/

Hetta skeiðið er ætla teimum, sum vilja læra grundleggjandi hundavenjing.
Skeiðið er skipa soleiðis, at luttakarin seinni kann fara víðari til rally vand, um hann ynskir tað.

Ein nýggj hundaítróttargrein, ið hevur fingið stóra undirtøku seinastu árini. Rally lýdni er eitt lívligt alternativ til siðbundnu lýdnivenjingin.

Venjingin fer fram á bana, uppbygdur av ymiskum boðskeltum. Flestu boðskeltini kunnu brúkast í dagligdegnum, tá tú er úti saman við hundi tínum.

Skeiðið byrjar í mars/apríl og varar í 8 vikur. Tað vera hildin 4 skeiðir á 8 vikur í Rallyýdni.

Stórur dentur verður lagdur á samstarvið millum hund og førarar.

Rally Kapping

Agility venjing við Leynavatn

Tilmelding: https://fch.nemtilmeld.dk/289/

Nær:  
Skeiðið er íalt 9 x 1 venjingartíma. Vit hittast týskvøld kl. 18.30.

Hvar:    
Venjingin verður á øki felagsins við Leynavatn. Les meira her

Hvør:
Venjingin er fyri allar hundar, tó ikki hundar ið hava skaðar, ella hava pínu í liðum.
Tó er umráðandi, at luttakandi hundar, klára so nøkulunda at verða saman við øðrum hundum.

Hvat:
Kom og lær hundin at leypa upp um forðingar, ganga á bummi, renna gjøgnum tunnlar, renna slalom og nógv annað stuttligt. Agility – ella hundafimi – er spennandi og góð venjing fyri bæði teg og tín hund.

Hvussu:      
Agility er sera stuttligt og mennandi – bæði fyri hund og førara. Endamálið er, at hundurin skal renna ein bana við ymsum forðingum uppá so stutta tíð, sum gjørligt. Hundurin skal m.a. leypa upp um ymisk lop, renna ígjøgnum tunnlar, slalom, eftir balansubummi og nógv annað.

Agility Venjing

Hvølpavenjing Tórshavn

Tilmelding: https://fch.nemtilmeld.dk/283/

Í mai, ella tá ið nóg nógv eru tilmeldaði, byrjar skeið í hvølapvenjing í havn. 

Skeiðið er íalt 8 x 1 venjingartíma. Hvølpaskeiðið er byrjanin uppá eitt lívlangt samstarv millum hund og førara, so hendan byrjanin skal vera góð og jalig.

Hvølpaskeiðið er fyrst og fremst sosialisering saman við øðrum javnaldrum. Vit skulu læra ymist, sum er neyðugt at duga í gerandisdegnum, t.d.: At ganga í bandi uttan at hála, innkall og ikki minst skal hvølpurin læra at fáa álit á menniskju, aðrar hundar og alt annað, hundurin fer at møta í gerandisdegnum.

Vant verður 2 ferðir um vikuna.

Venjing verður mikukvøld (kl 20.00) og sunnudagar (kl 15.00)

Kostnaður fyri nýggjar limir er 800,00

500 kr, fyri tey, ið longu hava goldið limagjald fyri 2020

Golden Retriver Hvølpar

Hvølpavenjing Eysturoy

Tilmelding: https://fch.nemtilmeld.dk/302/

Í juli, ella tá ið nóg nógv eru tilmeldaði, byrjar skeið í hvølapvenjing í Eysturoy. 

Skeiðið er íalt 8 x 1 venjingartíma. Hvølpaskeiðið er byrjanin uppá eitt lívlangt samstarv millum hund og førara, so hendan byrjanin skal vera góð og jalig.

Hvølpaskeiðið er fyrst og fremst sosialisering saman við øðrum javnaldrum. Vit skulu læra ymist, sum er neyðugt at duga í gerandisdegnum, t.d.: At ganga í bandi uttan at hála, innkall og ikki minst skal hvølpurin læra at fáa álit á menniskju, aðrar hundar og alt annað, hundurin fer at møta í gerandisdegnum.

Vant verður 2 ferðir um vikuna.

Kostnaður fyri nýggjar limir er 800,00

500 kr, fyri tey, ið longu hava goldið limagjald fyri 2020

Golden Retriver Hvølpar

Hundavenjing

Hví ganga til venjing, og hví er aktivering neyðugt fyri hundin?

Veruleikin er, at nógvir hundar ikki fáa nokk dagliga aktivering, antin tí teirra eigarar ikki vita hvussu, ella hundurin er ov nógv heima einsamallur. Aktivering av hundinum  fyribyrgir ofta, at hundurin skapar trupulleikar fyri teirra eigarar/familju. Trupulleikar sum til dømis at hundurin ikki kann vera einsamallur heima, ikki kemur tá ið tú rópar, ikki klárar aðrar hundar, hálar í illa tá tit ganga túr, kemst oftast av væntandi aktivering og venjing.

Hvat er aktivering?

Hvat við einum tíma av at bóltspæli, ella hundurin rennur 5-10 km eftir eigaranum koyrandi í bili…..NEI! Hetta hevur í longdin við til fleiri trupulleikar, tí hetta elvir til økta strong hjá hundinum. Tað vil siga, hundurin kann byrja, at oyðileggja meira ella hava tað verri tá hann er einsamallur heima. Tú økir eisini úthaldni hjá hundinum, so 1 tíma av bóltspæl ella 10km langan túr er í longdini ikki nokk.  Heiti aktivering, kundi heldur víðkast til heiti mental aktivering. Her skal tú fáa hundin í tað støðu, har hann er noyðist at hugsa.

Til dømis er spor venjing sera gott fyri allar hundar, ið egna seg til hetta. Agility venjing fyri hundaførarin ið ynskir, at røra seg eitt sindur. Lýdni fyri tey ið ynskja sera málvísa venjing og dentur lagdur á presisjón. Rallylýdni fyri tey ið ynskja eina avbjóðandi, men sera stuttliga venjing. Men mest umráðandi venjingin er hvølpavenjing. Her hevur tú møguleikan, at fyrireika hundin til restina av lívinum. Hann lærir, at umganga fremmandar hundar og menniskju, og serliga eigarin far handa amboð, ið hann gang njóta gott av restina av lívinum.