Í dag, 1 apríl 2018, hava Føroya Hundaførarafelag og bøndurnir við Leynavatn skriva undir 25 ára langan leigusáttmála um alt økið kring Leynavatn. Leigusáttmálin er sostatt eisini galdandi fyri vatnið.
Føroya Hundaførarafelag hevur í nógv ár arbeitt við ætlanum um bæði kapprenning og kappsvimjing fyri hundar, og nú sáttmálin endiliga er undirskrivaður, byrja hesar spennandi ítróttargreinirnar í næstum.
Í øðrum londum eru bæði kapprenning og kappsvimjing væl umtókt ímillum tey, sum tippa, og sjálvandi verður hetta eisini møguligt her hjá okkum.
Felagið fer tí beinanvegin undir at byggja stór og góð áskoðarapláss við Klivarnar (har sum gamli vegurin til Leynar er) og niðarlaga í Hamrahaganum, bein uppi yvir har sum skótahúsið stendur. Hóast tað verður neyðugt við eitt lítið sindur av spreingiarbeiðið, so verða áskoðaraplássini gjørd soleiðis, at tey passa væl til náttúruna.
Øll loyvir frá kommunum og yvirfriðingarnevnd eru fingið til vega.