Vikuskiftis skeið í Mannatevjan (Mantrailing)

When:
23. februar 2019 @ 10:00 – 14:00
2019-02-23T10:00:00+00:00
2019-02-23T14:00:00+00:00

Um áhugi er, so veður skeið í Mannatevjan (Manntrailing) vikuskifti 23 og 24 februar

Ein sporhundur fylgjur vanliga fótafetunum á slóðini, frá slóðlegjarinum. Ein mannatevjari fylgir umframt hesum eisini tí persónliga luktinum í verður fluttur av vindinum. Tað er ikki óvanligt hjá einum mannatevjara, at fáa beinleiðis luktin av einum persóni, og hyggja burtur frá slóðini. Tvs. gongur beint eftir persóninum, og ikki har hann hevur gingið.

Les meira um Mannatevjan her: http://www.fch.fo/?portfolio=mannatevjan

Skeiðið umfatar 2 venjingar. Vant verður á ymiskum økjum, tó halda vit til á Streymoynni

Roknast skal við, at serlig útgerð er neyðug til hesa venjing. Tað er sera umráðandi, at hundurin hevur fingið viðgerð fyri orm.

Hendan venjing er ikki hóskandi fyri hundar, ið av einhvørjari orsøk hava trupulleikar við andaleiðini.

Ikki er neyðugt við aðrari venjing áðrenn ein byrjar hesa venjing. Men hundurin má ikki ræðast fólk

At hava við til hundin: Vatn til hundin, leikur (bóltar), sporlínu (8-15mtr), seðla til hundin, og nógvar sera smátt skornar góðbitar.

Eisini skal hundaførarin verða væl ílatin, umframt verða í endurskynsvesti

Millum venjingar skal hundurin bíða í bilinum.

Nærri kunning kemur eftir tilmelding.

Hetta skeiðið viðgerð ikki atferðar trupulleikar.

Vit venja frá kl 10:00 til kl 14:00 báðar dagarnar. Vegna veður kan verða neyðugt, at flyta venjingarnar.

Pláss er fyri í mesta lagið 5 hundum.

Kostnaður : Limir 250,00 kr. Tey, ið ikki eru limir 350,00 kr

Undirvísari : Rúni Sundberg Patursson