VIÐTØKUR FELAGSINS
§1
Navnið á felagnum er Føroya Hundaførarafelag.
Felagið heldur til í Føroyum.
§2
Endamálið hjá felagnum er partvíst at virka fyri, at evnini hjá hundinum verða brúkt í venjing og kappingum og partvíst at vera við í menning og betran av korum hjá hundum annars. Harafturat er endamálið eisini at bjóða hundaáhugaðum fólki møguleikan fyri at íðka hetta áhugamál og við støði í hundaarbeiði at menna evnini og hugin hjá limunum at taka lut og ábyrgd í felagnum og í tí lokala samfelagnum.
Fyri at røkka hesum málum skal felagið:
• Virka fyri at læra tann einstaka limin at skilja og harvið fáa mestu gleði í samstarvi og samveru við hundin, soleiðis at hundurin fær eitt livandi og innihaldsríkt lív.
• Skipa fyri venjingartilboðum, ið lúka tørvin hjá hundinum og áhugamál hundaførarans.
• Virka fyri at hava limirnar verandi í felagnum við einum virknum felagslívi.
• Hava kappingar og/ella royndir.
• Útbúgva venjarar og dómarar.
§3
Ein og hvør, bæði einstaklingar og feløg, ið vilja virka fyri, at endamálini hjá felagnum verða rokkin, kann gerast limur í felagnum. Tó kann nevndin nokta limaskapi, um umsøkjarin er sekur í einari gerð, ið nevndin metir óhóskandi; m.a. brot á djóraverndarlóg og ógvuslig viðferð av djóri, ið viðkomandi hevur ábyrgd av. Eisini kann nevndin nokta limaskapið, um umsøkjarin hevur víst ósømuligan atburð mótvegis venjarum ella nevndarlimum felagsins.
Nýggir limir gjalda eitt limagjald, ið verður fastlagt á vanliga ársaðalfundinum.
Úrliman úr felagnum kann gerast skrivliga til formannin ella kassameistaran.
Væntandi limagjald fyri nýtt roknskaparár verður skilt sum úrliman úr felagnum.
§4
Limagjaldið fyri virkandi og hvílandi limir verður fastlagt á hvørjum ári á ársaðalfundinum.
Nevndin leggur uppskot fram hesum viðvíkjandi.
Lima- og venjingargjøld verða fastløgd á ársaðalfundi eftir meting frá nevndini.
Limir kunnu ikki luttaka í venjing, fyrr enn limagjald fyri verandi roknskaparár er goldið; tó undantikið ymisk styttri skeið, ið ikki krevja limaskap. Luttøka í kappingum/royndum er uttan kostnað fyri limir, tó kann felagið krevja pening fyri tilfar, sum t.d. kappingarbøkur. Luttakarar, ið ikki eru limir í felagnum, kunnu luttaka í kappingum/royndum mótvegis gjaldi.
§5
Ársaðalfundurin verður hildin hvørt ár um mánaðarskiftið oktobur / novembur. Hesin fundur viðger:
• Val av orðstýrara.
• Val av skrivara.
• Val av grannskoðara
• Formaðurin greiðir frá gongdini.
• Kassameistarin leggur fram roknskapin.
• Fastleggjan av limagjaldi og venjingargjaldi.
• Innkomin hugskot
• Val av nevndarlimum, ið standa fyri afturvali.
• Val av tveimum tiltakslimum til nevndina.
Skrivligt val skal fara fram, um tað eru minst 1/10 av limunum til staðar, ið krevja tað. Eru uppskot, ið skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu hesi sendast til nevndarformannin í seinasta lagi 2 vikur áðrenn ársaðalfundin. Uppskot um valevni til nevnd skulu latast nevndini í seinasta lagi 2 vikur áðrenn aðalfundin. Valevni til nevnd, skulu hava verði limir í Føroya Hundaførarafelag í minsta lagið 2 tey seinastu árini, áðrenn uppstilling.
Nevndin skipar seg sjálva.
§6
Um viðtøkur skulu góðtakast, takast burtur ella broytast, krevur hetta, at 2/3 at uppmøttu limunum atkvøða fyri hesum.
§7
Atgongd til aðalfundir við val- og talurætti hava allir limir hjá felagnum, ið hava goldið limagjald rættstundis.
Valrættur við fullmakt er ikki møguligur.
§8
Tað skal kallast inn til fundin í minsta lagi 4 vikur áðrenn, hann verður hildin. Fundarboð verða send umvegis teldupost og fráboðað á heimasíðu felagsins og á sosialu miðlunum.
Fundarboðini skulu innihalda skránna umframt møgulig innkomin uppskot.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin metir tað hóskandi, ella tá ið í minsta lagi 1/3 av limunum lata inn skrivligt ynski um hetta. Harafturat skal formaðurin hava eina skrivliga frágreiðing um tey mál, limirnir ynskja at viðgera. Aðalfundurin verður síðan hildin innan 3 vikur, aftan á at ynskini eru latin inn.
§9
Í nevndini er ein formaður, ein næstformaður og ein nevndarlimir. Nevndin skipar seg sjálva eftir aðalfundin.
Nevndarlimirnir verða somuleiðis valdir fyri 2 ár.
Harafturat skulu 2 tiltakslimir og grannskoðari veljast.
Nevndin hevur rætt til at skipa seg við uttanhýsis kassameistara.
Nevndin er ólønt. Tó kann felagið vátta ókeypis ferð og møguligan mat til umboðan í áhugamálum hjá hundafelagnum.
§10
Roknskaparárið hjá felagnum er frá 1 oktobur til 30 septembur. Roknskapurin skal førast á ein lætt skiljandi hátt soleiðis, at man hevur yvirlit.
Roknskapir og skjøl skulu goymast í minsta lagi 5 ár eftir góðkenning.
Nevndin hevur fíggjarliga ábyrgd av felagnum. Meirilutin av nevndini skal altíð góðkenna nýggjar íløgur og annað, ið hevur útreiðslur við sær. Um felagið skal skuldarbindast við lántøku, skulu allir nevndarlimirnir verða samdir um hetta.
Fulltrú til konti felagsins skulu verða undirskrivaðar av formanni, næstformanni og kassameistara felagsins.
§11
Kappingar, royndir og framsýningar verða hildnar, tá ið nevndin heldur tað vera hóskandi. Nevndin velur somuleiðis dómarar, stendur fyri innkeypi av vinningum og handan av teimum.
Tilmelding til kappingar kann fara fram umvegis alnótina á tilmeldingarskipan felagsins.
Tilmeldingin skal tó altíð góðtakast av nevndini, ið kann áleggja luttøkukrøv, um tað er neyðugt.
Nevndin hevur ábygd av, at hundarnir luttaka í teimum flokkum, teir av røttum eiga at luttaka í.
Allir hundar og hundaførarar kunnu luttaka í kappingum/royndum hjá felagnum. Dómarin kann á degnum tó nokta luttøku við heimild í kappingarreglum felagsins
Nevndin havur ábyrgd av, at øki lúka øll krøv, ið ávísar kappingar/royndir krevja.
Viðtøkurnar eru seinast dagførdar á Aðalfundi 26 oktobur 2024