Hesin fitti og sera spaki svanurin heldur til við Leynavatn / Breiðavatn.
Hetta er ein svanur, sum djóraverndarfelagið hevur tikið sær av. Tey hava syrgt fyri, at hann hevur fingið ormakur og vitaminsproytu, og nú skal hann bara hava tíð at koma fyri seg aftur.
Hann er so spakur, at hann ræðist hvørki fólk ella hundar, og tí kemur hann ofta rennandi tá fólk er á sandinum framvið vatninum.
Vit vilja heita á allar hundaeigarar, um at ansa væl eftir soleiðis, at hundurin ikki ger svaninum ónáðir á nakran hátt.
Um hundurin hjá tær ikki aktar líka væl, sum Skýming (hundurin á myndini) so hav hundin í bandið tá tú gongur túr fram við vatninum