Skeið í platform venjing.

Platformvenjing er ætla til tann, sum vil læra hundin sit, stand og ligg í rættari positión.

Skeiði er 4 venjingar, og pláss er fyri 6 luttakarum við hundi (bert ein hund fyri hvønn luttakara). Eisini er pláss fyri luttakarum uttan hund.

Fyri at luttaka, mugu hundur og eigari hava verði til einhvørja venjing áður, har eigarin hevur lært at venja við hundi sínum.

Luttakarar við hundi, mugu hava platform við til fyrstu venjing. Luttakararnir fáa boð um hvussu hesin skal gerast og síggja út.

Luttakararnir fáa heimaarbeiðið og vegleiðing umvegis samskiftis bólk á facebook gjøgnum alt skeiðið.

Atferðartrupulleikar og aðrar venjingar, verða ikki viðgjørdar á hesum skeiðnum.

Kostnaður :

Luttakari við hundi : 800,00 kr fyri limir, og 1.100,00 fyri tey, sum ikki eru limir

Luttakari uttan hund : 300,00 kr fyri limir og 600,00 kr fyri tey, sum ikki eru limir.

Undirvísari : Fríðhild Debes

Minst til at melda títt gjaldskort til 3D Secure í tínum Peningastovni

Í samband við keyp á netinum er nýtt krav frá Nets um, at Dankort og Visa Dankort eru tilmeldaði 3D Secure trygdarloysnina..

Fyri at verja allar kundar sum, hevur gjaldsheimsíðan kravdu trygdarloysn frá Nets. Hetta krevur tilmelding til 3D Secure, har koda verður send til tykkara fartelefon nummar í samband við keyp á netinum.

Um tit hava trupulleika at keypa á heimasíðuni , verða tit biðin um at seta tykkum í samband við kundatænastuna í tykkara peningastovni, og upplýsa fartelefon nummar sum skal knýtast afturat 3D Secure skipanini. 3D Secure verður virkið ein arbeiðsdag eftir, at tað er skrásett í peningstovninum.

Les meira hjá NETS.

Betri Banki: Tel +298 348000
Bank Nordik: Tel +298 330330
Suðuroyar Sparikassi: Tel +298 359870
Norðoya Sparikassi: Tel +298 475000