Ormur hjá hundi
Kanning av hundum í Føroyum hevur víst, at nærum 8 % av øllum hundum í Føroyum eru smittaðir við ormi. Av hesum er mest til av spolormi, Toxocara canis. Býtið av teimum ymisku sníkunum var annars soleiðis:
Spolormur, Toxocara canis |
4 % |
Bendilormur, Taenia hydatigena | 2,6 % |
Koyrilsormur, Trichuris vulpis | 0,9 % |
Franskur hjartaormur, Angiostrongylus vasorum | 0,4 % |
Ongulsormur, Uncinaria stenocephala | 0,4% |
Spolormur. Toxocara canis. Spolormurin er vanligasti ormurin hjá hundi. Hann verður upp til 10 cm langur. Orsøkirnar til at hesin ormur er so vanligur, eru fyrst og fremst fylgjandi:
- Stórt tal av eggum eru undan hvørjum ormi. Tað er ikki óvanligt at tað í 1 g av skarni frá einum hvølpi, kunnu verða umleið 15.000 egg.
- Eggið tolir sera nógv av. Tað kann liggja í fleiri ár í lendinum og tó smitta.
- Tíkin ber smittuna í sær í áravís uttan at verða sjúk.
Sjúkueyðkenni kunnu verða: vánaligur trivnaður, losing, innrið, spýggja, hosti, histi og losing. Serliga eru tað hvølpar og ungir hundar ið vísa tekin til at vera sjúkir av ormi. Vanliga sæst einki til ormin, men við hvørt er ormur at síggja í spýggju frá hundinum. Eggið er so lítið, at tað sæst bert í sjóneyku.
Møguleikarnir fyri smittu eru fleiri:
- Frá tík til avkom (við blóðrenslinum til fostrið í hvølpamóðrini og við mjólkini til hvølparnar tá teir súgva.
- Frá hundi til hund við ormaeggum í skarninum.
- Frá øðrum dýrum (mýs, fuglar, skordýr o.a.).
- Gjøgnum skinnið.
Viðgerð
Rátt verður til at viðgera vaksnar hundar fyri orm 1-2 ferðir um árið. Hvølpar oftari.
Kelda: http://www.djoralaekni.com/