Livandi djór
Loyvt er at flyta inn ávís livandi djór undir ávísum heilsufrøðiligum treytum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan umsitur. Ávís djórasløg eru bannað at flyta inn. Nærri upplýsingar um hetta økið fáast við at seta seg í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, www.hfs.fo.
Annars eru livandi djór avgjaldsskyldug eftir vanligu reglunum um innflutning.
Innflutningur av hundi ella kettu
Hundur ella ketta kunnu bert verða innflutt av persónum, sum hava fastan bústað í Føroyum ella sum flytatil Føroyar úr útlandinum. Tað er hvørki loyvt at flyta hund ella kettu, sum skulu verða í Føroyum styttri enn tríggjar mánaðir ella eru á gjøgnumferð (transit) í Føroyum til annað land. Heldur ikki ber til at innflyta “kamphundar til” Føroya.
Serlig innflutningskrøv
Tað er loyvt at innflyta hundar og kettur til Føroya, um djórini lúka serligu innflutningskrøvini um koppseting og viðgerð fyri sníkar. Hundahvølpar og kettlingar skulu minst verða 12 vikur, tá ið teir verða koppsettir, og kunnu so innflytast 4 vikur eftir koppsetingina.
Nærri fæst at vita um innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidjórum á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tað er umráðandi, at seta seg í samband við tey áðrenn komið verður hendanvegin við djórunum, tí tað eru ávís heilsulig krøv og skjøl, sum skulu verða í lagi, tá djórini verða innflutt..
Tá ið hundur ella ketta koma til Føroyar, kannar Tolleftirlitið heilsuváttanina og sendir eitt avrit til Heilsufrøðiligu starvstovuna.
Hundur og ketta eru at rokna sum aðrar vanligar vørur, har MVG verður rindað av keypsprísinum.