Vikuskifti 4 og 5 mars var skeið í Mannatevjan (Manntrailing).

Veðri var heldur ringt hesar báðar dagarnar, men ikki verri enn væntast kann hesa ársins tíð.

Byrja var við sera stuttum sporum, har vit nýttu nógva tíð uppá at rósa hundunum. Umráðandi er, at tað ikki skal vera ov torført fyri hundin at byrja við.

Hóast ringa veðri, var hetta sum heild eitt væl eydna skeið.