Um hálvan apríl ella tá nóg nógv eru tilmeldað, byrjar skeið í mannatevjan venjing fyri bjarginarhundar

Nær:  
Skeiðið verður 5 ferðir. Vit venja í vikuskiftunum. Vit venja ymsa staðni, men fyri tað mesta á Streymoy.

Hvør:
Ikki er neyðugt við aðrari venjing áðrenn ein byrjar hesa venjing. Men hundurin má ikki ræðast fólk.
Bara ein hundur venur ísenn, og vit venja á tí støði ið hvør einstakur hundur er komin til.
Hendan venjing er ikki hóskandi fyri hundar, ið av einhvørjari orsøk hava trupulleikar við andaleiðini.

Hvat:
Ein sporhundur fylgjur vanliga fótafetunum á slóðini, frá slóðlegjarinum. Ein mannatevjari fylgir umframt hesum eisini tí persónliga luktinum í verður fluttur av vindinum. Tað er ikki óvanligt hjá einum mannatevjara, at fáa beinleiðis luktin av einum persóni, og hyggja burtur frá slóðini. Tvs. gongur beint eftir persóninum, og ikki har hann hevur gingið.

Hvussu:
Vit læra hundaføraran, at lesa hundin. Tvs. hundaførarin skal síggja um hundurin arbeiðir, um hann hevur mist slóðina ella hevur valt eina aðra slóð. Tað kunnu vera nógv órógv sum eitt nú seyður, onnur fólk, hundar, skarn frá djórum og matur.

Tá ið hundurin tekur 90% av avgerðunum, er avgerandi, at hundurin lærir, at arbeiða sjálvstøðugt.

Roknast skal við, at serlig útgerð er neyðug til hesa venjing. Eisini eru serlig krøv til ormaviðgerð.

Hví:
Vit venja hetta fyrst og fremst, tí hetta er stuttligt hjá førara og hundi.

Men vit hava eisini tað fyri eiga, at í framtíðini kunna gera góða nyttu burtur úr hesum. Vónandi kunnu vit innan stutta tíð, bjóða okkara tænastur fram til bjargingarfeløgini í Føroyum.

 Millum venjingar skal hundurin bíða í bilinum.

Nærri kunning kemur eftir tilmelding.

Hetta skeiðið viðgerð ikki atferðar trupulleikar.

Les meira um um okkara leitingarhundar her: https://fch.fo/portfolio-item/leitingarhundar/

Pláss er fyri í mesta lagið 5 hundum.

Kostnaður fyri skeiðið:

Limir 650,00 kr

Nýggir limir 950,00 kr

Undirvísari :
Rúni Sundberg Patursson (764660)
Tilmeldingin er bindandi

Minst til at melda títt gjaldskort til 3D Secure í tínum Peningastovni

Í samband við keyp á netinum er nýtt krav frá Nets um, at Dankort og Visa Dankort eru tilmeldaði 3D Secure trygdarloysnina..

Fyri at verja allar kundar sum, hevur gjaldsheimsíðan kravdu trygdarloysn frá Nets. Hetta krevur tilmelding til 3D Secure, har koda verður send til tykkara fartelefon nummar í samband við keyp á netinum.

Um tit hava trupulleika at keypa á heimasíðuni , verða tit biðin um at seta tykkum í samband við kundatænastuna í tykkara peningastovni, og upplýsa fartelefon nummar sum skal knýtast afturat 3D Secure skipanini. 3D Secure verður virkið ein arbeiðsdag eftir, at tað er skrásett í peningstovninum.

Les meira hjá NETS.