Mong eru tey, ið onkursvegna eru rakt av krabbameini. 

Í Danmark stuðlar hundaítrótturin Kræftens Bekæmpelse. Hetta halda vit er eitt gott hugskot, og tí ber nú til at keypa “Hundesport mod Cancer” armbond umvegis FcH.

Armbondini kosta 50,00 hvørt. Inntøkan av søluni fer óskerd til Kræftens Bekæmpelse.

Vil tú ogna tær eitt slíkt armband, so send okkum boð umvegis facebook ella á teldupost fch@fch.fo