Síðst í februar, ella tá ið nóg nógv eru tilmeldaði, byrjar skeið í gernadislýdni í Tórshavn

Skeiðið er íalt 8 x 1 venjingartíma. Vit hittast mánakvøld.

Gernadislýdni byrjunar er  ætlað hundum og førarum, sum ikki áður hava luttikið í hundavenjing. Hundurin skal helst verða eldri enn 10 mánaðar.
Atferðartrupulleikar verða ikki viðgjørdir á hesum skeiðið.


Vit arbeiða fram í móti at gerast ábyrgdarfullir hundaeigarar við einum glaðum og væl vandum hundi til gagns fyri bæði hund, eigara og onnur. Ein partur av skeiðnum inniheldur ástøði um hund og eigara í samfelagnum og kunnleika um eyðkenni hjá egnum hundaslagi ella blandingshundi, meðan tann størri parturin inniheldur praktiskar venjingar. Her læra hundur og førari ymiskar førleikar, sum eru góðir at duga bæði heima og úti; sum t.d. at bíða, at ganga pent, at møta øðrum fólki og hundum og at koma, tá hundurin verður róptur.

     
Hundurin skal hava tað gott saman við eigara sínum, og tá lærir hann eisini best. Hetta er ein av meginreglunum í positivari hundavenjing. Tí eru gott samstarv og gott samband millum hund og eigara fortreytir fyri allari víðari venjing. Ein stórur partur av venjingini verður tí at byggja upp eitt gott samband ella eitt enn betri samband millum hund og eigara, samstundis sum vit læra  ymisku førleikarnar.

Tilmeldingin er bindandi

Kostnaður fyri nýggjar limir er 800,00

500 kr, fyri tey, ið longu hava goldið limagjald fyri 2020

Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.