Í mai ella tá nóg nógv eru tilmeldaði, byrjar skeið í gerandislýdni, í Tórshavn

Nær:  
Skeiðið verður 12 ferðir; 6 ferðir frá hálvum mai til síðst í juni, steðgur í juli, og so 6 ferðir frá hálvum august til september. Vit hittast mánakvøld kl. 18.30.

Hvør:
Gernadislýdni byrjunar er  ætlað hundum og førarum, sum ikki áður hava luttikið í hundavenjing. Hundurin skal tó verða eldri enn 10 mánaðar.
Atferðartrupulleikar verða ikki viðgjørdir á hesum skeiðið.

Hvat:
Vit arbeiða fram í móti at gerast ábyrgdarfullir hundaeigarar við einum glaðum og væl vandum hundi til gagns fyri bæði hund, eigara og onnur. Ein partur av skeiðnum inniheldur ástøði um hund og eigara í samfelagnun og kunnleika um eyðkenni hjá egnum hundaslagi ella blandingshundi, meðan tann størri parturin inniheldur praktiskar venjingar. Her læra hundur og førari ymiskar førleikar, sum eru góðir at duga bæði heima og úti; sum t.d. at bíða, at ganga pent, at møta øðrum fólki og hundum og at koma, tá hundurin verður róptur.

Hvussu:      
Hundurin skal hava tað gott saman við eigara sínum, og tá lærir hann eisini best. Hetta er ein av meginreglunum í positivari hundavenjing. Tí eru gott samstarv og gott samband millum hund og eigara fortreytir fyri allari víðari venjing. Ein stórur partur av venjingini verður tí at byggja upp eitt gott samband ella eitt enn betri samband millum hund og eigara, samstundis sum vit læra  ymisku førleikarnar.

Venjarar:   
Erla á Smið og Randi Gunnarsdóttir

Kostnaður fyri nýggjar limir er 900,00

600 kr, fyri tey, ið longu hava goldið limagjald fyri 2019

Tilmeldingin er bindandi

Minst til at melda títt gjaldskort til 3D Secure í tínum Peningastovni

Í samband við keyp á netinum er nýtt krav frá Nets um, at Dankort og Visa Dankort eru tilmeldaði 3D Secure trygdarloysnina..

Fyri at verja allar kundar sum, hevur gjaldsheimsíðan kravdu trygdarloysn frá Nets. Hetta krevur tilmelding til 3D Secure, har koda verður send til tykkara fartelefon nummar í samband við keyp á netinum.

Um tit hava trupulleika at keypa á heimasíðuni , verða tit biðin um at seta tykkum í samband við kundatænastuna í tykkara peningastovni, og upplýsa fartelefon nummar sum skal knýtast afturat 3D Secure skipanini. 3D Secure verður virkið ein arbeiðsdag eftir, at tað er skrásett í peningstovninum.

Les meira hjá NETS.

Betri Banki: Tel +298 348000
Bank Nordik: Tel +298 330330
Suðuroyar Sparikassi: Tel +298 359870
Norðoya Sparikassi: Tel +298 475000