Níggju spentir hundar og hundaførarar vóru, í morgun, komnir til Kvívíkar at leita eftir skótum.
Á leguni í vikuskiftinum skuldu skótarnir m.a. læra um hundar. Fch var tí boðið til Kvívíkar leygarmorgunin kl. 9. Fyrst greiddi Fríðhild Debes, forkvinna, frá, hvussu tú skalt bera teg at, tá tú møtir einum hundi. Síðan fingu allir skótarnir møguleika at heilsa upp á tveir hundar; Joey (Golden Retriever) og Lui (Labrador).
So var leiting á skránni. Níggju spentir hundar og hundaførarar vóru komnar til Kvívíkar at leita eftir skótum. Eini 2-3 børn krógvaðu seg saman ymsastaðni í bygdini, og so skuldu ein ávísur hundur og hundaførari finna júst tey børnini. Tað gekk bæði skjótt og væl at finna allar umleið 20 skótarnar.
At enda savnaðust skótar, skótaleiðarar, hundar og hundaførarar aftur mitt í bygdini. Nakrir hundaførarar vístu eitt sindur av tí, sum teir venja við hundunum í Fch. Vit sóu, hvussu Ygg (Malinois) bítur í bítipútu, hvussu Nala (Tervuren) heintar ein lut, hvussu Joy (Sjefarahundur) melur á balju, og hvussu Perla (Puddilblandingur) leitar og finnur goymdar lutir.
Bæði skótar, hundar og hundaførarar hugnaðu sær óført hendan vakra vetrarmorgunin í Kvívík.