Rally lýdni venjing við Leynavatn

When:
30. mai 2019 @ 18:30 – 20:30
2019-05-30T18:30:00+01:00
2019-05-30T20:30:00+01:00
Rally lýdni venjing við Leynavatn

Nær:  
Rally venjing er hvørt hóskvøld frá kl 18:30. Alt eftir tilmelding, so verða luttakararnir bólkaðir soleiðis sum venjarin metir er best hóskandi. Venjing er frá kl 18:30 til 20:30

Hvar:    
Venjingin verður á øki felagsins við Leynavatn. Les meira her

Hvør:
Venjingin er fyri allar hundar, uttan mun til stødd aldur og slag. Tó vera atferðartrupuleikar ikki viðgjørdir á venjingarøkinum.

Hvat:
Venjingin fer fram á bana, uppbygdur av ymiskum boðskeltum. Flestu boðskeltini kunnu brúkast í dagligdegnum, tá tú er úti saman við hundi tínum.

Hvussu:      
Rally lýdni er ein stuttlig hunda-ítrótt, har dentur verður lagdur á jaligt samstarv millum hund og førara. Saman skulu tit gjøgnumganga ein bana við ymsum forðingum, so sum ymsar vendingar, ganga ímillum keylur, førari gongur rundan um hundin og mangt annað