Hvølpavenjing Tórshavn

When:
5. mai 2019 @ 15:00 – 16:00
2019-05-05T15:00:00+01:00
2019-05-05T16:00:00+01:00
Where:
Tórshavn
Thorshavn
Færøerne
Hvølpavenjing Tórshavn @ Tórshavn | Thorshavn | Streymoy | Færøerne

Um mánaðarskifti apríl/mai, ella tá ið nóg nógv eru tilmeldaði, byrjar skeið í hvølapvenjing í havn.

Skeiðið er íalt 10 x 1 venjingartíma. Hvølpaskeiðið er byrjanin uppá eitt lívlangt samstarv millum hund og førara, so hendan byrjanin skal vera góð og jalig.

Hvølpaskeiðið er fyrst og fremst sosialisering saman við øðrum javnaldrum. Vit skulu læra ymist, sum er neyðugt at duga í gerandisdegnum, t.d.: At ganga í bandi uttan at hála, innkall og ikki minst skal hvølpurin læra at fáa álit á menniskju, aðrar hundar og alt annað, hundurin fer at møta í gerandisdegnum.

Vant verður 2 ferðir um vikuna.

Venjing verður mikukvøld (kl 20.00) og sunnudagar (kl 15.00)

Kostnaður fyri nýggjar limir er 800,00

500 kr, fyri tey, ið longu hava goldið limagjald fyri 2019

Tilmeldingin er bindandi