Nose Work Venjing Stig 1
Kvívík
Faroe Islands
Um nógv nógv tekna seg, byrjar grundskeið í Nose Work í februar 2019
Nose Work er nýggj hundaítróttargrein, ið er vorðin sera væl umtókt millum hundaeigarar í grannalondum okkara.
Endamálið við venjingini er, at læra hundin at finna ein ávísan lukt í ymiskum leitingar støðum. Les meira um Nose Work her : http://fch.fo/portfolio-item/nose-work/
Venjingin fer fram innandurða, og er skipa soleiðis, at ein og ein hundur venur í senn.
Allir hundar í øllum aldri kunnu luttaka, og ikki er neyðugt við aðrari venjing áðrenn ein byrjar Nose Work.
Vit venja væntandi hvørt fríggjakvøld ella leygardag.
Grundskeið í Nose Work umfatar 6 venjingar, ið hvør er 1-1½ tíma long. Pláss er fyri í mesta lagið 6 luttakarum á hvørjum holdið.
Undirvísarar eru : Fríðhild Debes og Brynhild Seloy
Kostnaður fyri verandi limir er 600,00 kr og fyri tey, sum ikki eru limir 950,00 kr.
Tilmeldingin er bindandi.
Tilmelding: https://fch.nemtilmeld.dk/245/