Nose Work Venjing Stig 1

When:
8. mars 2019 @ 18:30 – 20:00
2019-03-08T18:30:00+00:00
2019-03-08T20:00:00+00:00
Where:
Kvívík
Kvívík
Faroe Islands
Nose Work Venjing Stig 1 @ Kvívík | Thorshavn | Streymoy | Færøerne

Um nógv nógv tekna seg, byrjar grundskeið í Nose Work í februar 2019

Nose Work er nýggj hundaítróttargrein, ið er vorðin sera væl umtókt millum hundaeigarar í grannalondum okkara.

Endamálið við venjingini er, at læra hundin at finna ein ávísan lukt í ymiskum leitingar støðum. Les meira um Nose Work her : http://fch.fo/portfolio-item/nose-work/

Venjingin fer fram innandurða, og er skipa soleiðis, at ein og ein hundur venur í senn.

Allir hundar í øllum aldri kunnu luttaka, og ikki er neyðugt við aðrari venjing áðrenn ein byrjar Nose Work.

Vit venja væntandi hvørt fríggjakvøld ella leygardag.

Grundskeið í Nose Work umfatar 6 venjingar, ið hvør er 1-1½ tíma long. Pláss er fyri í mesta lagið 6 luttakarum á hvørjum holdið.

Undirvísarar eru : Fríðhild Debes og Brynhild Seloy

Kostnaður fyri verandi limir er 600,00 kr og fyri tey, sum ikki eru limir 950,00 kr.

Tilmeldingin er bindandi.

Tilmelding: https://fch.nemtilmeld.dk/245/