Gerandislýdni, í Eysturoy

When:
16. september 2019 @ 18:30 – 20:30
2019-09-16T18:30:00+01:00
2019-09-16T20:30:00+01:00
Gerandislýdni, í Eysturoy

Nær:  
Skeiðið verður 12 ferðir; 6 ferðir frá hálvum mai til síðst í juni, steðgur í juli, og so 6 ferðir frá hálvum august til september. Vit hittast mánakvøld kl. 18.30.

Hvar:    
Skeiðið verður í skúlagarðinum við Gøtugjógv.

Hvør:
Familjuhundavenjingin er serliga ætlað hundum og førarum, sum frammanundan hava verið til í minsta lagi 6 venjingar fyrr hjá Føroya Hundaførarafelag; t.d. til hundavenjing í Eysturoy.

Hvat:
Vit arbeiða fram í móti at gerast ábyrgdarfullir hundaeigarar við einum glaðum og væl vandum hundi til gagns fyri bæði hund, eigara og onnur. Ein partur av skeiðnum inniheldur ástøði um hund og eigara í samfelagnun og kunnleika um eyðkenni hjá egnum hundaslagi ella blandingshundi, meðan tann størri parturin inniheldur praktiskar venjingar. Her læra hundur og førari ymiskar førleikar, sum eru góðir at duga bæði heima og úti; sum t.d. at bíða, at ganga pent, at møta øðrum fólki og hundum og at koma, tá hundurin verður róptur.

Hvussu:      
Hundurin skal hava tað gott saman við eigara sínum, og tá lærir hann eisini best. Hetta er ein av meginreglunum í positivari hundavenjing. Tí eru gott samstarv og gott samband millum hund og eigara fortreytir fyri allari víðari venjing. Ein stórur partur av venjingini verður tí at byggja upp eitt gott samband ella eitt enn betri samband millum hund og eigara, samstundis sum vit læra  ymisku førleikarnar.

Venjarar:   
Lív Magnussen og Turid Thomsen