Agility venjing við Leynavatn

When:
9. juli 2019 @ 18:00 – 19:00
2019-07-09T18:00:00+01:00
2019-07-09T19:00:00+01:00
Agility venjing við Leynavatn

Nær:  
Agility venjing er hvørt týskvøld frá kl 18:00. (Um nógv melda seg til, verður deilt upp í byrjunar agility og agility vand. Luttakararnir verða bólkaðir soleiðis, sum undirvísarin metir er skilabest) Tá verður tíðinar 18-19 og 19-20

Hvar:    
Venjingin verður á øki felagsins við Leynavatn. Les meira her

Hvør:
Venjingin er fyri allar hundar, tó ikki hundar ið hava skaðar, ella hava pínu í liðum.
Tó er umráðandi, at luttakandi hundar, klára so nøkulunda at verða saman við øðrum hundum.

Hvat:
Kom og lær hundin at leypa upp um forðingar, ganga á bummi, renna gjøgnum tunnlar, renna slalom og nógv annað stuttligt. Agility – ella hundafimi – er spennandi og góð venjing fyri bæði teg og tín hund.

Hvussu:      
Agility er sera stuttligt og mennandi – bæði fyri hund og førara. Endamálið er, at hundurin skal renna ein bana við ymsum forðingum uppá so stutta tíð, sum gjørligt. Hundurin skal m.a. leypa upp um ymisk lop, renna ígjøgnum tunnlar, slalom, eftir balansubummi og nógv annað.

Venjarar:   
Brynhild Seloy tlf 724614