Hundaslag

Pomeranian hoyrir til bólkin spísshundar/selskapshundar

Stødd

Pomeranian dámar væl at ganga túrar og skal hava fríska luft hvønn dag

Pomeranian dámar væl at ganga túrar og skal hava fríska luft hvønn dag

Pomeranian gerst uml. 18-20 cm høgur og vigar 2-5 kg

Feldur

Pomeranian hevur stóran og prýðiligan feld við mjúkum peiggjandi dekkhárum og nógvari undirull. Feldurin kann vera brúnur, svartur, reyðgulur, hvítur, gráur ella fleirlittur.

Pomeranian losar altíð eitt sindur, men regluliga tvær ferðir um árið.

Uppruni

Pomeranian kemur upprunaliga úr Týsklandi (Pommern), har hann stavar frá einum størri pomeranian spísshundi, sum varð brúktur sum røktingar- garð- og draghundur. 1767 flutti kona Georg III, Charlotte von Meklenburg-Strelitz, nakrar hundar inn til Onglands. Av tí at hundarnir vóru ov stórir sum knæhundar og heldur ikki hóskaðu seg til veiðu, gjørdust teir ikki væl umtóktir.

Men 100 ár seinni flutti ein onnur drotning, Drotning Victoria, fleiri smærri hundar inn úr Italiu. Hon byrjaði at ala teir smærri, og tá gjørust teir væl umtóktir.

Í 1870 vórðu teir fyrstu ferð góðkendir av enska spísshundaklubbanum. 18 ár seinni  vórðu teir sýndir fram á fyrsta sinni, men nógvir av teimum vóru enn ov stórir at koma undir 5 kg markið.

Heilsa

Pomeranian hevur fáar sjúkur, sum stava frá aling, og heldur ikki aðrar heilsutrupulleikar.

Røkt

Ein Pomeranian skal greiðast væl í minsta lagi tvær ferðir um vikuna. Men harafturímóti er sjáldan neyðugt at vaska honum, tí feldurin reinsar seg sjálvan.

Tað er umráðandi at halda eyga við, at feldurin ikki fløkist, tí tað kann føra til húðtrupulleikar.

Venjingar hjá FcH

Sinnalag

Pomeranian er vanliga vinaligur móti øðrum djórum og fólki. Hann er ein glaður, lívligur, forvitin, gløggur og djarvur hundur. Hann lærir skjótt og hevur tað best, um hann fær tætt og gott samband við eigaran. Hann elskar at vera í miðdeplinum. Hann hóskar væl til hundaítrótt; sum t.d. agility og lýdni. Hann verjir sína familju við at siga frá – HANN GOYR NÓGV!

Miðvís venjing frá byrjan er neyðug, um tú ikki ynskir, at hundurin skal goyggja ov illa.

Væl hóskandi til tann,

sum tímir nakað av feldrøkt og góðtekur tørvin á uppmerksemi. Pomeranian dámar væl at ganga túrar og skal hava fríska luft hvønn dag, men lagar seg eftir, hvat eigarin ger.

Ikki hóskandi til tann,

sum ikki tolir goyggj. Hann er lítil av vøkstri og skal tí handfarast varliga. Børn mugu ikki vera einsamøll, meðan tey spæla við hundin.

So áðrenn tú fært tær ein Pomeranian,

Í 1870 vórðu teir fyrstu ferð góðkendir av enska spísshundaklubbanum.

Í 1870 vórðu teir fyrstu ferð góðkendir av enska spísshundaklubbanum.

eigur tú at tryggja tær, at hann er undan foreldrum, sum eru frísk og hava eitt gott sinnalag. Áðrenn tú letur hann fáa avkom, mást tú tryggja tær, at hann er kannaður av djóralækna og ikki feilar nakað. Pomeranian er ikki ein taskuhundur, hann hevur fýra bein, sum hann fegin brúkar. Hann hevur brúk fyri at fara út at snodda og uppliva heimin á egnum beinum, og hann hevur brúk fyri at verða sosialiseraður við aðrar hundar og fólk, soleiðis at hann gerst ein tryggur hundur.

Pomeranian kemur upprunaliga úr Týsklandi (Pommern), har hann stavar frá einum størri pomeranian spísshundi

Pomeranian kemur upprunaliga úr Týsklandi (Pommern), har hann stavar frá einum størri pomeranian spísshundi

Fleiri hundasløg

Stutt um Pomeranian

1
2
3
4
5
6
7
1

Hann er lítil av vøkstri og skal tí handfarast varliga

2

Pomeranian gerst uml. 18-20 cm høgur og vigar 2-5 kg

3

Pomeranian hevur fáar sjúkur, sum stava frá aling, og heldur ikki aðrar heilsutrupulleikar.

4

Ein Pomeranian skal greiðast væl í minsta lagi tvær ferðir um vikuna. Men harafturímóti er sjáldan neyðugt at vaska honum, tí feldurin reinsar seg sjálvan

5

Hann verjir sína familju við at siga frá – HANN GOYR NÓGV!

6

Pomeranian er ikki ein taskuhundur, hann hevur fýra bein, sum hann fegin brúkar

7

Pomeranian losar altíð eitt sindur, men regluliga tvær ferðir um árið