Føroya Hundaførarafelag hevði leygardagin 26. januar 2019 sín árliga aðalfund. Fundurin var hildin í Frøishøllini í Kvívík. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og gjøgnumgongd av 2018 eisini val av nevndarlimum og tiltakslimum.

Rúni Sundberg Patrusson ið var valdur til orðstýrara og, gjøgnumgekk skránna. Margit Sørensen var vald sum skrivari, og Alis Vestureið sum grannskoðari

Fríðhild Debes, forkvinna, greiddi frá gongdini í 2018.

Kassameistari Nelly Haakonardóttir Debes leggi roknskapin fram.

Lagt fram fram uppskot um broytingar av viðtøkunum, soleiðis at aðalfundur kann haldast í oktobur / november í staðin fyri í januar. Uppskoti var góðtikið.

Lagt var eisini fram uppskot um, at broyta viðtøkurnar soleiðis, at feløg kunnu hava limaskap hjá Føroya Hundaførarafelag. Millum annað við tí endamáli, at felagi Føroyskir Leitingarhundar kundi fáa limaskap.
Uppskoti var góðtikið.

Limagjaldi fyri 2020 var ásett til at vera tað sama sum í 2019.

Rúni og Otto stóðu fyri afturvalið. Báðir høvdu boða nevndini frá, at teir stillaðu uppaftur til nevndarval. Ongin onnur fráboðan um valevnið er latin nevndini, og tí er ikki neyðugt við atkvøðugreiðslu.

Eyðfinnur og Anna Mai stóðu fyri afturvalið sum eykalimir. Eyðfinnur hevur ikki boða frá, at hann stillar uppaftur sum eykalimur.
Anna Mai hevði boða frá, at hon stillaði upp sum eykalimur. Margit Sørensen hevði fráboða nevndini, at hon stillaði upp sum eykalimur. Ongin onnur fráboðan um valevnið er latin nevndini, og tí er ikki neyðugt við atkvøðugreiðslu.

Roknskapurin fyri 2018  var góðkendur av aðalfundinum.

Nýggja nevndin skipaði seg eftir fundin og sær soleiðis út: Fríðhild Debes, forkvinna. Rúni Sundberg Patrusson, næstformaður . Erla á Smið, nevndarlimur, Brynhild Seloy nevndarlimur Otto Andreasen, nevndarlimur og skrivari . Margit Sørensen , tiltakslimur. Anna Mai Nattestad, tiltakslimur.
Nelly Haakonardóttir Debes er kassameistari.