Uttan ávaring varð hundurin Bonzo álopin av leysum hundi. Bonzo bløddi illa úr skrædda oyranum, sigur Bogi Simonsen, hundaeigari
Trýst á “play” knøttin fyri, at hoyra innslagi!
Forkvinna okkara Fríðhild Debes var saman við hundaeigara Boga Simonsen í Útvarpstovuni
Føroya civila hundaførarafelag, er fari undir átak um leysar hundar, og temaið nú er hundaótti. Bæði fólk og djór, kunnu verða ræðslusligin fyri hundum. Og so løgið tað ljóðar, so kunnu hundar eisini ræðast aðrar hundar.
Fyri fólk, ið líða av hundaótta, er tað als ikki stuttligt at møta einum leysum hundi. Tá er tað líkamikið um hundurin er blíður ella illur, lítil ella stórur.
Hvørja ferð ein hundur verður sleptur út leysur, er vandi fyri at hann gevur einum barni ein so stóran hvøkk, at hetta fylgir barninum restina av lívinum.