LØGTINGSLÓG NR. 82 FRÁ 19. JUNI 1990 UM HUNDAR/HUNDE.
Løgtingslóg nr. 82 frá 19.06.1990
§ 1. Tann, sum hevur hund, skal ansa eftir, at hundurin hevur helsi og spjaldur við ánarans navni og bústaði frá tí, hann er 4 mánaðir gamal.
Stk. 1. Landsstýrið kann áseta gjøllari reglur, hvussu tey í stk. 1 nevndu spjøldur skulu síggja út.
§ 2. Tað er forboðið at hava hund á støðum, har ongin býr, uttan so at løgreglan gevur loyvi til tess. Tílíkt loyvi kann bert verða givið, tá ið nóg góð trygd fæst fyri, at hundurin verður fullvæl ansaður og loyvi kann takast aftur, nær tað skal vera.
§ 3. Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær. Gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur. Hevur hundurin ikki helsi og spjaldur, sum fyrisett í § 1, verður lýst eftir ánaranum. Hevur ánarin ikki innan 3 ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá, ella lýst er eftir, loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni, kann løgreglan avhenda ella avlíva hann. Avlop, um so skuldi verið, eigur hann, sum hevur hundin, um hann sigur frá innan 3 mánaðir og próvførir sín rætt og annars tann kommunan, har hundurin er upptikin. Landsstýrið kann fyriseta gjøllari reglur um avhending av upptiknum hundum.
Stk. 2. Bý- ella bygdaráðið kann eftir samráðing við løgregluna seta eitt ella fleiri fólk, sum hava heimild at taka upp hundar, samb. stk. 1. Viðkomandi kunnu vera í felag um fleiri kommunur.
Stk. 3. Bý- ella bygdaráðið útvegar løgregluni hóskandi hølir ókeypis til upptiknar hundar. Fleiri kommunur kunnu vera í felag um hølini. Bý- ella bygdaráðið hevur harumframt skyldu at syrgja fyri, at hundarnir verða nóg væl røktir ta tíðina.
Stk. 4. Bý- ella bygdaráðið kann áseta eitt gjald fyri útreiðslurnar av, at hundur verður upptikin og innilæstur. Um gjaldið ikki verður goldið av honum, sum hevur hundin, ber kommunan útreiðslurnar.
Stk. 5. Landsstýrið kann eftir tilmæli frá bý- ella bygdaráði áseta, at hundur í kommununi á teimum í stk. 1 nevndu støðum skal havast í bandi. Fyri ferðsluna og seyðarøktina kann eftir tilmæli frá bý- ella bygdaráð verða fyrisett, at reglan í stk. 1, pkt. 1, skal koma í nýtslu á tilskilaðum veg ella øki, sum ikki eru nevnd her.
Stk. 6. Frá sólsetri til sólarrenning, tó í minsta lagi frá kl. 21.00 til kl. 05.00, skal hundur altíð vera í bandi, vera inni ella fullvæl bundin. Undir regluna kemur hvørki hundur, sum nýttur verður av almennum myndugleika ella góðkendur seyðahundur, sum ánarin nýtir til røktingar.
Stk. 7. Uttanfyri tey støð, sum nevnd eru í stk. 1, áliggur tað ánaranum at ansa eftir, at hann reikar ikki um. Reglurnar í stk. 1, pkt. 4-8 fevna samstundis um reikandi hundar.
Stk. 8. Bítskur hundur, sum gongur leysur, má ikki nýtast sum varðhundur uttan loyvi frá løgregluni.
Stk. 9. Ikki er loyvt at hava hund í bandi frá motorakfari, rossaakfari og heldur ikki frá hestabaki.
§ 4. Ger hundur grannum ónáðir, tí hann goyr ella hvínur og gevst ikki, og kæra verður givin inn til løgregluna, leggur hon honum, sum hevur hundin, ta treytina við at hava hundin inni læstan, ella um tað einki batti, ella um hundurin longu var innilæstur, at beina fyri honum.
§ 5. Tað er forboðið alsamt at hava hund bundnan.
Stk. 2. Tá ið hundur verður hildin bundin, skal bandið vera minst 5 m langt, og hann skal sleppa til rúm, so hann fær krokað nóg væl fyri regni, vindi og kulda. Um tað er hundahús, skal tað vera rúmligt, og so mikið høgt, at hundurin fær staðið uttan at bera ímóti.
§ 6. Tað liggur á hvørjum, sum hevur hund, at gera tað, sum eftir viðurskiftunum krevst at fyribyrgja, at hundurin ger skaða.
Stk. 2. Hevur hundur fyrr elvt skaða, og hann, sum hevði hann, kom undir sekt ella endurgjald eftir dómi, samtykt ella sátt, skal landfútin treyta honum, sum hevur hund, at avlíva hundin, um so er, at hann verður ikki havdur inni í heilum ella fær fullgott kjaftband. Tílíka treyt kann ánari koma undir, tá ið hundurin lætst vera bítskur ella hevur sum vana at gera fólki ónáðir á gøtu, vegi, breyt ella plássi, sum opin eru fyri vanligari ferðslu, leypa upp á ella elta ella gera húsdjórum ónáðir heima ella í haga. Verður hundur fluttur í aðra kommunu, bygd ella bý, skal ánarin siga løgregluni á næsta stað frá treytini.
Stk. 3. Hundur, sum loypur á, skaðar húsdjór, serliga seyð og lomb, heima og úti í haga, kann verða skotin.
§ 7. Ikki er loyvt at reka handil, vinnuliga passing ella vinnuliga uppaling av hundum uttan loyvi frá løgregluni
§ 8. Tann, sum hevur hund eigur skyldu at endurrinda skaða, sum hundurin elvir. Kemur tað upp, at tann, sum kom fyri skaða, sjálvur gjørdi nakað til, kann endurgjald minkast ella heilt detta burtur.
Stk. 2. Tann, sum hevur hund, skal hava hann ábyrgdartryggjaðan. Tryggingarfelagið heftir beinleiðis tí, sum kom fyri skaðan fyri endurgjald eftir stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrið fyrisetur eftir samráð við tryggingarfelagið gjøllari reglur til tess at seta regluna í stk. 2 í verk.
§ 9. Verður søk reist móti tryggingarfelag av einum, sum komin er fyri skaða, skal felagið boða ánaranum av hundinum til hvønn rættarfundin við freist sum eftir § 175 eftir rættargangslógini, er galdandi fyri vitnir í borgarligum málum. Tilsøgnin skal siga, hvat stendur í stk. 2.
Stk. 2. Tann, sum fær tilsøgn eftir stk. 1, kann gerast partur í málinum við at boða frá tí til rættarbókina. Ger hann ikki tað, er avgerðin í endurgjaldsspurninginum við dómi ella sátt bindandi fyri hann.
§ 10. Verður ákæra reist fyri lógarbrot, sum skaði stóðst av, og sum eftir § 8 kann hava endurgjaldskrav við sær, skal tann, sum kom fyri skaðan, fáa høvi at leggja inn krav um endurgjald. Fæst ikki sátt, skal endurgjaldskravið koma til avgerðar undir málsviðgerðini, sjálvt um tann ákærdi ikki verður sektaður. Tílík avgerð kann verða tikin undan ella eftir avgerð um sekt. Tá ið endurgjaldskrav stendur um skaða á lutir og er fløkt, kann rættur sýta at fremja kravið undir málsviðgerðini eftir, at sátt ikki fekst í lag.
Stk. 2. Tryggingarfelagið, sum tikið hevur við ábyrgdartrygging fyri hund, sum elvt hevur skaða, er í endurgjaldsspurninginum at rokna sum partur í málinum og skal verða fráboðað til hvønn rættarfundin við freist eftir § 175 í rættargangslógini, sum galdandi er fyri vitnir í revsimálum.
Stk. 3. Er ákæra reist móti øðrum enn honum, sum eigur hundin, sum elvt hevur skaða, skal eisini hann, sum eigur hundin, verða innkallaður til hvønn rættarfundin við tilsøgn sum tilskilað í stk. 2. Reglan í § 9, stk. 2, tekur eisini við.
Stk. 4. Tá ið endurgjaldsspurningurin fellur til avgerðar í málinum, kann rætturin leggja á rættargangsbót og sakarkostnað eftir reglunum í kap. 30 í rættargangslógini, sum um málið var farið fram eftir reglunum um borgarlig mál. Sakarmálsvirðið verður í hesum føri ásett í dóminum.
§ 11. Verður revsimál skotið inn fyri hægri rætt, har avgerð um endurgjaldskrav er tikin, er einhvør, sum tá var partur í endurgjaldsspurninginum, eisini partur í málinum, sum skotið verður inn, um so er, at endurgjaldsspurningurin fellur til avgerðar.
Stk. 2. Høvi eftir § 996 í rættargangslógini at skjóta inn søk eftir mannagongdini í borgarligum máli stendur hvørjum opið, sum, tá ið tað ræður um endurgjaldsspurningin, var partur í málinum. Í spurningi at skjóta inn søk eftir § 10, stk. 1, er avgerð, sum er gjørd fyri seg í sektar- ella endurgjaldskravinum, at skilja sum egin dómur. § 995 seinasta stk. í rættargangslógini fær ikki nýtslu í her umrøddu søkum.
§ 12. Sektaður verður tann, sum
1) ger brot á § 1, stk. 1, § 2, § 3, stk. 1, pkt. 1-4, § 3, stk. 6-9, § 5, § 6, stk. 1, og § 7 ella § 8, stk. 2,
2) setur til viks boð, sum givin eru eftir § 4 ella § 6, stk. 2, ella
3) setur til viks treytir við einum loyvi.
Stk. 2. Undir somu sekt kemur hann, sum beitir hund eftir onkrum ella ger onki fyri at halda hundinum aftur, tá ið hann sær, at hann leggur eftir onkrum.
Stk. 3. Í forskriftum, sum givnar eru í § 1, stk. 2, kann sekt verða ásett fyri brot móti forskriftum. Sama sektin kann ásetast fyri at bróta reglur, sum landsstýrið hevur givið sambært § 3, stk. 5.
Stk. 4. Fyri brot, sum gjørd verða av partafeløgum, lutafeløgum, íognarfeløgum o.t. kann felagið verða sektað. Er brotið gjørt av kommununi ella kommunalum felagsskapi, kann kommunan ella tann kommunali felagsskapurin verða sektað.
§ 13. Tær vanligu reglurnar um sekt og endurgjald og avlíving galda ikki fyri skaða, sum seyðahundur í felagshaga elvir seyði fyrstu og aðru ferð burtur í haga í felagshaga.
§ 14. Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1990.
Stk. 2. Tá ið lógin kemur í gildi, fara úr gildi fyriskipan nr. 88 frá 31. mars 1928, sum lóg nr. 127 frá 18. apríl 1925 um hundaskatt og um sekt og endurgjald, elvt av hundi, var sett í gildi í Føroyum við, løgtingslóg nr. 5 frá 18. mars 1955 og løgtingslóg nr. 18 frá 29. apríl 1959 um broyting og uppískoyti til fyriskipan nr. 88 frá 31. mars 1928, politiviðtøku fyri landkommunurnar í Føroyum frá 3. juli 1931 § 22, lóg nr. 172 frá 18. mai 1937 fyri Føroyar um stýri av høgum og rakstur §§ 32 og 33 og fyribils reglur nr. 14 frá 15. apríl 1947 um hundar.