Føroya Hundaførarafelag fylgir sjálvandi Corona-tilráðingunum frá Heilsumálaráðnum og Landslæknanum og tá tiltøkini, sum landsstýrið setti í verk, eru longd til 13 apríl, eru tey skeið, ið ætlandi skuldu byrja í mars og apríl, avlýst. Tey, ið vóru tilmeldaði hesi skeið, hava fingið boð.
Vit vóna, at tað fer at bera til, at byrja hundavenjing í mai mánaði.

Vegna nevndina
Fríðhild Debes forkvinna

(dagført 23/3-20)